Nú skulu reglur setast í gildið um fartelefonir í skúlunum. Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, við Skúlablaðið.
Nógv hevur verið tosað um fartelefonir í skúlunum, og um næmingar skulu hava fartelefonir í skúlatíðini, men løtuni er støðan tann, at hvør skúli ger sínar egnu reglur.
Djóni Nolsøe Joensen sigur, at hetta verður nú tikið upp soleiðis at í næstum fáa allir skúlar reglur fyri, hvussu tey skulu bera seg at í sambandi við fartelefonir á skúlanum.
Og høvuðsreglan verður rættiliga greið, tí hon er, at sum heild verða fartelefonir ikki loyvdar í skúlanum, hvørki í tímunum ella fríkorterunum.
Men kortini kunnu skúlar gera sínar egnur reglur, men tað skal vera innan fyri eitt ávíst mark, sum landsstýrismaðurin ásetur.
Í høvuðsheitum verða reglurnar soleiðis
• at sum heild verður ikki loyvt at brúka fartelefon í skúlanum, hvørki í undirvísingartímum ella fríkorterum
• at undantøk kunnu vera, um skúlin hevur gjørt av at nýta fartelefon sum amboð í ávísari undirvísingargongd,
• at skúlin hevur eina skipan, har næmingarnir leggja fartelefonina frá sær, tá ið teir koma í skúla,
• at næmingaráðini verða hoyrd og fáa høvi til at siga sína hugsan um fartelefonnýtslu í skúlatíðini
• at leiðsla skúlans viðger uppskotið um fartelefonnýtslu saman við námsfrøðiliga ráðunum
• at leiðsla skúlans tekur neyðug stig í málum, har næmingar ikki virða ásettu meginreglur. Leiðsla skúlans kann tá taka fartelefonina frá næmingi og gera eina avtalu við næmingin og foreldrini, hvussu næmingurin fær fartelefonina aftur, tá ið skúladagurin endar,
• at næmingar hava møguleika at ringja til foreldrini, um hetta gerst neyðugt í skúlatíðini og
• at foreldur verða kunnað um tær meginreglur, sum verða settar í verk.
Djóni Nolsøe Joensen sigur við Skúlablaðið, at málið um telefonnýtslu verður væntandi avgreitt um heilt stutta tíð.