Nú vera ódnartøk tikin

Kappróður: Talan verður um tríggjar kappingar í ódnartøkum

Mynd: RSF
Jóannes Hansen
8. apríl 2023 kl. 11:26

Kappróðrarbátar eru at síggja á firðum, víkum og vágum, og tað boðar frá, at nú fer at styttast til FM kappingina í kappróðri.

Seinnu árini hevur verið møguleiki fyri at kappast í ódnartøkum, áðrenn farið verður undir sjálva FM kappingina, og soleiðis verður tað eisini í ár.

Róðrarsambandið boðar nú frá, at tað vera tríggjar kappingar í ódnartøkum – ein í Miðvági og tvær í Eysturoy.

Kappast verður soleiðis:

Í Runavík 29. apríl

Í Miðvági 13. mai

Í Norðragøtu 20. mai

 

Fyrsti FM kappróðurin verður á norðoyastevnu , sum verður í Klaksvík leygardagin 3. juni.