Nú er tað endaliga staðfest, upp á skrift, at oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2027. Tað var greitt eftir aðalfund í oyggjaleikunum í dag, har skjølini vórðu skrivað undir.
Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989, og 35 ár seinni, tann 13. juli í ár, varð tað formliga staðfest, at Føroyar hýsa Oyggjaleikum í 2027. Aðalfundurin í oyggjaleikunum hevur verið á Orknoyggjunum í dag.
– Nú hava vit endaliga fingið leikirnar í 2027, og vit gleða okkum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya, í eini fráboðan í dag.
Hon leggur eisini leggur dent á, at uttan stuðulin í Føroyum bæði politiskt, kommunalt og ímillum allar føroyingar, bar hetta ikki til.
Annars var ætlanin, at oyggjaleikirnir skuldu vera í Føroyum í 2031, men stutt fyri jól í fjør, vendi altjóða oyggjaleikanevndin sær til Ítróttasamband Føroya og spurdi um vit kunnu hava leikirnar í 2027 ístaðin.
Hetta játtaði Ítróttarsambandið alt fyri eitt, men endaliga staðfestingin hevur manglað. Hon kom á aðalfundinum í dag, tá ið umboð fyri limaoyggjarnar atkvøddu fyri Føroyum sum vertur í 2027.
Annars var tað Ynys Môn, sum skuldi vera vertur í 2027, men av ymsum orsøkum tóku tey seg aftur, og tá fingu Føroyar í boði at taka leikirnar 2027 á seg.
– Føroyar lógu ikki á boðunum, og í juli mánaði um trý ár fer størsta ítróttatiltak í Føroyum higartil í gongd, sigur forsetin í ítróttarsambandinum
Tey vænta 2.500 - 3.000 ítróttafólk úr 24 ymsum oyggjum til Føroya at kappast í 14 ymsum ítróttagreinum. Oyggjaleikir 2027 í Føroyum verða í døgunum 3.-9. juli 2027.
Á aðalfundinum í dag varð eisini atkvøtt fyri, at virkandi formaðurin í oyggjaleikanevndini, Andrew Inkster, úr Hetlandi verður formaður eftir at formaðurin hesi seinastu árini, Jørgen Petterson úr Álandi legði frá sær í apríl.
Og aðalfundurin samtykti eisini, at Isle of Man skal hýsa Oyggjaleikum 2029. Sostatt er greitt, hvar leikirnir eru næstu tríggjar ferðirnar. Í Orknoyggjum næsta ár, í Føroyum í 2027 og í Isle of Man í 2029.