Fyrr í ár lat skeinkistaðið Skarv í Pilestræde 43 í Keypmannahavn aftur eftir nær um hálva øld. Skarv var staðið hjá føroyingum í danska høvuðsstaðnum, men grundarlagið fyri at reka staðið víðari varð burtur, og tí góvust eigararnir við virkseminum.
Nú hevur nýtt skeinkistað latið upp í gomlu hølunum hjá Skarv. Staðið eitur Palmehaven, og tey siga, at tað er barr við øllum tí góða danska.
– Palmehaven vil heiðra alt tað deiliga við Danmark, so her kanst tú njóta eitt breitt úrval av donsku vørum, siga tey á heimasíðuni.
Uttan fyri Palmehaven veittrar danska flaggið, og inni er stílurin ein annar, enn tá ið Skarv helt til har.
Her kanst tú síggja nakrar myndir úr Palmehaven, sum Eyðun Nolsøe tók.