Bjørk S. Lamhauge hevur áður roynt seg innan fleiri ymisk yrki. Sum partur av Unga Tjóðveldinum, útvarpssendingini Repopplikkin og nú sum nýggi verturin í Sement 2022.
Hevur áður sjálv luttikið í Sement við egna tónleikabólkinum Brimhvítt
-Eg byrjaði í veruleikanum ikki sum vertur. Mín Sementsøga byrjaði fyri árum síðani, tá ið eg luttøk við mínum egna tónleikabólki Brimhvítt. Vit hava verið við tvær ferðir.
Bjørk fór tó nýggjar leiðir og var í ár at síggja sum vertur í Sementkappingini.
-Eg haldi tað er skeg og mennandi at sleppa at royna nakað nýtt. Sjálvandi leingist eg eftir at sleppa at spæla sjálv, men vit høvdu í veruleikanum heldur ikki ætlanir um at luttaka aftur í ár, so tað passaði mær væl at sleppa at royna nakað nýtt. Tað eru jú heldur ikki øll, ið verða spurd um at gerast vertur, so eg eri ógvuliga takksom.
Ein mennandi men drúgv gongd
Bjørk royndi seg fyri fyrstu ferð sum vertur í ár til árligu tónleikahandanina FMA. Her fekk hon blóð uppá tonnina, og hevur nú verið at sæð sum nýggi verturin í Sement 2022.
-Eg elski at royna nýggj ting. Tað havi eg altíð gjørt. Tí helt eg somuleiðis, at FMA var ein góð byrjan til eitt nýtt áhugamál. Síðani bleiv eg spurd, um eg ynskti at verða vertur til Sement, og tað segði eg ikki nei til. Hetta eri eg sera takksom fyri.
Gongdin hevur verið drúgv men mennandi.
-Eg havi lært ógvuliga nógv. Upplivað nógv. Men tað hevur eisini verið hart. Nógv blóð, sveitt og tár. Men eg haldi eisini heilt víst, at hetta hevur verið við til at ment meg sum persón. Eg havi somuleiðis fingið samband við nógv nýggj nøvn innan tónleikaheimin í Føroyum, ið vónandi kunnu verða við til at skapa fleiri samstørv í framtíðini. Eg eri sloppin at lata meg í ymisk skeg klædnapløgg, og pynta meg. Tað skal jú eisini til, sigur Bjørk við einum brosi.
At verða vertur í Sement og FMA hevur verið við til at opna nýggjar hurðar til onnur líknandi størv.
-Eg haldi tað verða ógvuliga skeg og ynski at kanna, um tað kundi verið nakað fyri meg. Eg eri eisini síðani Sement og FMA blivin spurd um at verða vertur til ymiskt annað sum veitslur og tiltøk. Eg havi takka nei til flestu privattiltøk, men ynski tó at royna meg meiri til onnur líknandi almenn tiltøk sum Sement og FMA, sigur Bjørk.
Byrjaði at hugsa meiri um hvat ið onnur hildu
Bjørk er ikki nýggj á almenna pallinum í Føroyum. Hon hevur áður verið við til at skipað fyri ymiskum tiltøkum hjá Tjóðveldinum, roynt seg sum útvarpsvert til Repoplikkina og mangt mangt annað. Sjálvt um hon er opin og framlig, kunnu nervarnir tó krýpa seg fram í tíð til ótíð.
-Eg veri vanliga ikki so bangin, tá ið tað snýr seg um at samskifta við onnur fólk og standa á einum palli. Eg eri ógvuliga opin og framlig. Eg elski at verða saman við fólkið og undirhalda. Men eg má viðganga, at eg kendi óttan krýpa seg meiri og meiri fram fyri hvørt umfar av Sement.
Tónleikakappingin Sement hevur ment seg nógv seinastu árini. Tórsgøta tók yvir og síðani tá, hava tey rokkið eftir stjørnunum.
-Sement hevur aldrin verið størri, enn tað var í ár. Í ár var nógv meiri miðling, enn tað áður hevur verið. Vit vóru eisini so heppin, at fáa ungdómstoymið í Kringvarpi Føroya, Biit, at stroyma sendingina. Kappingin vaks fyri hvørt umfar og fleiri fylgdu við. Trýstið gjørdist størri. Hetta gjørdi somuleiðis, at eg byrjaði at hugsa meiri og verða tilvitað um, hvat ið onnur hildu um meg, og hvussu eg kláraði meg sum vert. Tað tók nógva orku at verða “á” allatíð. Man er so nakin og eksponeraður, tá ið man stendur á pallinum.
Sjálvt um Bjørk byrjaði at gerast meiri tilvitað um hugsanirnar hjá øðrum, ynskti hon tó ikki, at hetta skuldi steðga henni.
-Eg lærdi gjøgnum hvørt umfar, hvat ið var rætt at siga, og hvat ið kanska ikki var. Men eg veit, at eg eisini geri feilir og orði meg skeg. Men hetta er nokk eisini ókay. Vit eru øll bara menniskju.
“Eg hevði ikki sungið í dag um tað ikki var fyri Sement”
Sement hevur gjøgnum árini verið byrjanin hjá fleiri í dag vælkendum tónleikanøvnum í Føroyum.
-Eg hevði ikki sungið í dag, um tað ikki var fyri Sement. Sement var byrjanin til Brimhvítt og hevur verið við til at ment okkara bólk ógvuliga nógv. Tað var her, vit fyri fyrstu ferð spældu fyri fólkið. Vit vóru eisini so heppin at sleppa í finaluna síðsta ár, men vunnu tó ikki.
Tað at røkka eftir onkrum, hevur verið ein stór hjálp.
-Tað sum er við eini líknandi kapping, er, at man hevur møguleikan at arbeiða og røkka mótvegis onkrum. Sum tónleikari kann tað oftast kennast torført, um man ikki hevur nakað, ið man “skal” ella arbeiðir mótvegis, konsertir ella líknandi. Tað er her, ið Sement kemur inn og er ein góður møguleiki. Tað var tað heilt víst fyri okkum.
Sement tað nýggja Prix Føroyar
Síðani Prix Føroyar fór í søguna, kendist eitt stórt tómrúm í tónleikalívinum her heima í Føroyum. Tíðin leið, og Sement kom til.
-Sement hevur heilt víst stóran týdning fyri føroyska tónleikalívið, serliga tá ið tosað verður um rytmiskan tónleik. Tað er tað nýggja Prix Føroyar. Eg eri ógvuliga fegin um at sleppa at vera við til at mynda hetta.
Merkiligt at kappast um tónleik
Hvørt leygarkvøld seinastu mongu vikurnar, tá ið Bjørk hevur staðið á pallinum, hoyrdust somu orðini hvørja ferð. -Sjálvt um eg nú standi her, má eg viðganga, at eg haldi tað verða merkiligt at kappast um tónleik.
-Man plagar at hava kappingar innanfyri ymisku sløgini av tónleiki, men Sement fevnir um øll hesi. Alt er blandað og ógvuliga ymiskt. Tað, ið kanska er minni gott við hesum, er, at dómararnir hava lyndið til at velja eftir egnum áhuga, og hvat slag av tónleiki tey sjálvi fáast við. Kappingin gerst subjektiv.
Bjørk ynskir, at størri dentur skal leggjast á ymiskleikan.
-Allur tónleikur er góður fyri onkran. Hetta haldi eg er ógvuliga týdningarmikið at minnast. Tá ið hetta er sagt, eru tað jú nógv, ið melda seg til kappingina, og hetta kann man ikki siga so nógv til. Her hugsi eg serliga um vinningarnir, sum í ár vóru størri enn nakrantíð áður.
Bjørk sum vertur á Sement 2023?
Bjørk slapp í ár fyri fyrstu ferð nakrantíð at royna seg sum vert í vælumtóktu tónleikakappingini Sement. Men kunnu vit rokna við at síggja hana aftur á pallinum?
-Um tað verður sum tónleikari ella vertur, veit eg ikki. Men um vinningarnir halda áfram at verða so góðir, so er tað heilt víst ein møguleiki sum tónleikari. Ella vertur? Hahah, eg veit ikki.
Fólk hava eina meining um tað man ger
Trýstið gjørdist størri og hetta merkti Bjørk. Tó hevur hon lært nógv av gongdini.
-Fólk hava eina meining um tað, ið man ger, tá ið man traðkar alment fram. Hetta havi eg lært. Men somuleiðis ynski eg ikki at hugsa so nógv um hetta. Eg havi fyri tað mesta fingið rós, og hetta eri eg ógvuliga glað fyri. Eg havi lært at fyrireika meg betur. Eg havi áður ikki hugsað so nógv um, hvat arbeiðið sum vertur inniheldur, men nú fekk eg tað ábyrgd og veit, hvussu nógv tað krevur. Hvussu nógv tað í veruleikanum hevur at siga.
Um Bjørk verður at síggja aftur á pallinum næsta ár er enn óvist, men hon endar við at siga.
-Eg vóni og ynski fyri Sement, at kappingin bert gerst størri og betri herífrá, og at nógv melda seg til. Kappingin er støðugt vaksandi, og har sker nakað. Grundarlagið er lagt.