Nú vápnahvíld í krígnum ímillum Ísrael og Hamas
Samstundis skulu báðir partar lata gíslar leysar
Áki Bertholdsen
22. november 2023 kl. 07:51
Í nátt eydnaðist tað Ísrael og Hamas at semjast um eina vápnahvíld, sum varar í fýra dagar. Tað sigur Ritzau. Ritzau sigur frá Hamas, at eitt lið í vápnahvíldini er, at Hamas skal lata 50 gíslar leysar og Ísrael skal lata 150 palestinarar, kvinnur og børn, leys.
Ritzau skrivar, at sambært ísraelar, verður vápnahvíldin longd ein dag fyri hvørjar 10 gíslar í verða leyslætnir. Teir fyrstu gíslarnir verða leyslætnir í morgin.
Ímeðan vápnahvíld ser, sleppa hundraðtals lastbilar inn í Gaza viðheilivági, brennievni og aðrari neyðhjálp.