- Eg ivist ikki í, at vit í vetur fara at kjakast um tað at koppseta tey yngstu.
Tað sigur stjórin í danska heilsustýrinum við danska blaðið Børsen.
Søren Brostrøm greiðir frá, at tað í løtuni verður granskað í tí at koppseta børn yngri enn 12, og hann væntar at úrslitini fyriliggja seint í ár ella tíðliga næsta ár.
- Tá granskingin er liðug hava vit høvið til at kjakast um vit skulu breiðka málbólkin tey yngstu. Hvørjum tað endar við er knýtt at dokumentatiónini, góðkenningunum og hvussu koronastøðan er akkurát tá, sigur Søren Brostrøm við Børsen.
Stjórin í danska heilsustýrinum væntar at tað í vetur serliga vera tey, sum eru yngri enn 12, sum gerast sjúk, tí tey ikki eru koppsett. Hann er nú kortini ikki so dapurskygdur um akkurát tað, tí tað er nakað sum bendir á, at tey heilt ungu ikki gerast so øgiliga sjúk.
Tað táttar longu í ein mánað síðan danir byrjaðu at koppseta tey, sum eru millum 12 og 15. Tað er tann vaksinasjónin, sum verður sett í gongd her í morgin.