Nú togar Lyngby í KÍ venjaran

Sambært donskum miðli hevur Magne Hoseth verið til setanarsamrøðu í Lyngby, sum spælir í bestu donsku deildini

Jóannes Hansen
5. januar 2024 kl. 12:29

Skráin sigur, at Magne Hoseth saman við konuni og børnunum nú fer at flyta til Klaksvíkar. Í fjør var hann einsamallur, men familjan var og vitjaði í nakrar vikur. Nú er ætlanin, at Magne saman við konuni og børnunum fer at flyta í íbúð mitt í býnum.

Men tað eru fleiri, ið vilja hava fatur í KÍ venjaranum, og sum ætla at keypa hann leysan av sáttmálanum við KÍ, sum er galdandi fram til ársenda í ár.

Í gjár kyknaði søgan aftur um, at Start Kristiansand, sum spælir í næstbestu norsku deildini, vil hava fatur í KÍ venjaranum nú beinanvegin, og í dag sigur danska blaðið BT seg vita, at Magne Hoseth hevur verið til setanarsamrøðu í Lyngby.

Lyngby er partur av bestu donsku deildini. Felagið hevur staðið seg væl fyrra partin av hesum kappingarárinum í superliguni. At tað er neyðugt at seta nýggjan venjara kemst av, at íslendski venjarin Freyr Alexandersson er seldur til Belgia, har hann í dag tekur við sum venjari í Kortrijk, ið er aftast í bestu deildini.

Magne Hoseth hevur áður sagt, at hann er áhugaður í at vera venjari í Danmark, har hann í síni tíð spældi við FCK. Hann hevur samstundis sagt, at hann fer at halda seg til sáttmálan, sum hann hevur við KÍ, og harvið hevur tað higartil ligið í kortunum, at Magne Hoseth verður í Klaksvík í hvussu so er 2024 at enda.

At feløg í Norra og Danmark eru áhugað í at knýta KÍ venjaran at sær kemst sjálvandi av, at KÍ og Magne Hoseth síðsta kappingarár megnaðu at vinna seg í europeiskt bólkaspæl og har vinna fýra stig.