Nú stendur nógv á NSÍ

NSÍ hevur alt at spæla fyri, tá teir um eina løtu møta Víkingi í Gøtu. Kappingarárið hevur verið stak vánaligt fyri runavíkingar, sum liggja til at flyta niður. Í Klaksvík hava KÍ og HB eisini sítt spæla um, hóast føroyameistarin er funnin.

Katrin Erlendsdóttir
9. oktober 2022 kl. 14:52

Hóast dystir millum topp og botn sjáldan eru teir mest spennandi, kann dysturin millum Víking og NSÍ í Sarpugerði í dag gerast eitt undantak í so máta. Víkingur fer uttan iva at stríðast um at varðveita næstfremsta plássið í Betri-deildini, meðan NSÍ liggur til niðurflyting, nú teir bert hava tríggjar dystir eftir av kappingarárinum. Hvørt einasta stig telur, og væntast kann, at teir fara at stríðast fyri hvørjum einasta bólti í dagsins dysti í Gøtu.

Aftaná 24 umfør hevur NSÍ 21 stig og liggur á 9. plássi trý stig aftanfyri B68 og 07 Vestur, sum hava hvør síni 24 stig. Aftastir eru uppflytararnir Skála, sum bert hava fingið níggju stig burtur úr 25 dystum.

Tá kendi fótbóltsleikarinTodi Jónsson í summar gavst sum venjari í NSÍ, og føroyski supervenjarin Sámal Erik Hentze varð settur í hansara stað, vóru væntanir um betri tíðir hjá teimum gulu, men heldur ikki tað gekk sum ætlað. Veruleikin í dag er framvegis, at NSÍ liggur til niðurflyting, um ikki okkurt serliga gott fær vent gongdini. Felagið hevur mist nógvar leikarar og hevur skift venjarar ofta seinastu árini - eisini tá gongdin hevur verið serstakliga positiv.

Í Klaksvík møta føroyameistararnir KÍ HB. Hóast vit ikki hava havt nakran nevniverdan spenning um føroyameistaraheitið hetta kappingarárið, so hevur dysturin í Klaksvík nógv at siga fyri havnarfólk, sum halda við HB. Við at vinna kann havnarfelagið lyfta seg upp um Víking og harvið koma upp á annað pláss. Men so skal Víkingur altso tapa móti NSÍ, og spurningurin er, hvussu sannlíkt tað er. Tað er eisini ivasamt, um sannlíkindini eru serliga stór fyri, at KÍ tapir móti HB, tí klaksvíkingar kunnu seta met, um teir halda fram við gongdini í ár, har teir ikki hava spælt nakran dyst uttan at fáa stig burtur úr. Tí kann uttan iva roknast við, at menn fara at leggja nógv fyri í Klaksvík eisini.

Báðir dystirnir byrja klokkan 15.

Dagføring: Úrslitini frá dystunum síggjast ovast á forsíðuni her á dimma.fo.