Nú sleppur Sarah at verja sítt heiti

Tann 21. apríl sleppur Sarah Mahfoud langt um leingi at verja sítt HM-heitið móti týsku Nina Meinke. Hálva vestmannakvinnan hevur verið noydd at bíða í meira enn tvey ár, fyri at sleppa aftur í boksiringin

Hóskvøldið 21. apríl sleppur Sarah Mahfoud at verja sítt HM-heiti, ið hon vann í 2020.
Sigurjón Einarsson
14. mars 2022 kl. 15:33

Tvey ár, tríggjar mánaðir umframt tríggjar avlýstar dystir.

Hálva vestmannakvinnan Sarah Mahfoud hevur bíðað, bíðað og bíðað, síðan hon í februar tryggjaði sær IBF-heimsmeistaraheitið í fjøðurvekt.

Men nú er bíðitíðin liðug.

Tí tann 21. apríl vendir Sarah langt um leingi aftur í ringin, tá hon fer at verja sítt heiti móti týsku Nina Meinke. Hetta verður samstundis fyrstu ferð, at hon verjir sítt heiti.

Tað var annars ætlanin, at Nina Meinke og Sarah Mahfoud skuldu dystast Brøndby-høllini í januar, men tann dysturin varð útsettur vegna koronuavmarkingar.

Og tað er ein spent Sarah, ið nú sleppur at verja sítt heiti.

– Eg gleði meg at sleppa og verja mítti heiti. Eg havi havt tað í tvey ár, men havi ikki havt møguleika at verja tað, sigur føroysk-sýriska Mahfoud í viðtalu við Ekstra Blaðið.

Bíðað í tvey ár
Seinastu ferð, at hon var í ringinum, var í februar 2020, tá hon vann HM-heitið frá Brenda Carabajal.

Men síðan tá hava tríggir dystir verið avlýstir vegna koronuavmarkingar. Fyrst var dysturin móti WBC-WBO-meistaranum, Amanda Serrano, avlýstur. Eisini dysturin móti meksikonsku Mayelli Flores og seinast bleiv dysturin móti týsku Nina Meinke í januar avlýstur.

– Eg kenni tað sum, at tað er langtsíðan, at eg havi boksað. Eg havi vant hart, tá dystir hava verið á skránni, men sum síðan ikki blivu til nakað.

– Eg kenni tað tó ikki, at venjingin hevur ligið still seinastu tvey árini, men eg veit gott, at tað verður eitt hart tíðarskeið at venja til hendan dystin, sigur Sarah Mahfoud við Ekstra Blaðið.

Komandi mótstøðukvinnan, Nina Meinki, er núverandi evropameistari við góðum hagtølum. Hon hevur í 14 dystum vunnið 12 sigrar. Eisini hevur hon boksað tríggjar dystir í koronatíðini; tvær ferðir í 2020 og ein dyst í 2021.

– Eg veit gott, at hon er sterk. Hon er ein dugnaligur og tekniskur boksari, ið hevur boksað fleiri dystir, sigur Sarah um týsku mótstøðukvinnuna.

Hevur verið hart sálarliga
Ljósabláa HM-beltið er heima við hús í íbúðini hjá Sarah Mahfoud á Amager, men hóast beltið er heima við hús, so kennist tað fjart frá henni, nú hon ikki hevur havt møguleika at boksa nakran dyst seinastu tvey árini.

– Tá eg fekk tað, so hugsaði eg: Okey, nú koma teir stóru dystirnir. Nú hendir okkurt og eg sleppi út at ferðast, tí eg skal verja tað, men so kom korona, og nú eru tvey ár gingin uttan nakað sum helst. Tað hevur verið ógvuliga hart, greiðir Sarah frá.

– Eg eri 32 ár, og eg gerist ikki yngri. Eg ynski at boksa dystir, verja mítt heiti og prógva, at eg havi uppiborið at vera heimsmeistari.

Men nú er so líkt til, at hálva vestmannakvinnan endiliga sleppur at verja sítt heiti, tá hon og Nina Meinke bresta saman í boksikappingini tann 21. apríl í Frederiksberg-høllini.