Nú vera tað vit í Føroyum, sum sjálvi sleppa at gera av, hvør skal sleppa til Føroya at arbeiða, ella at vera.
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, sum umsitur Útlendingastovuna, sigur, at næsta ár yvirtaka Føroyar avgreiðsluna av arbeiðs- og uppihaldsloyvum og familjusameining.
Nú er tað danskt málsøkið, og verður umsitið av Udlændingestyrelsen. Í sambandi við yvirtøkuna er neyðugt at økja um starvsfólkatalið í Útlendingastovuni sum skal umsita uppgávuna. Játtanin til útlendingastovuna veksur tí 500.000 krónur næsta ár.
Landsstýrismaðurin staðfestir, at hesi seinastu árini er talið á teimum útlengingum, sum vilja sleppa til Føroyar at arbeiða, nógv vaksið.
Vøksturin kemur serliga av at eftirspurninginum eftir útlendskari arbeiðsmegi, er stórur og í tí sambandi varð ein serlig skipan sett í gildið fyri at gera tað smidligari at fáa útlendingr higar at arbeiða. Skipanin eitur Fast Track, og hon kom í gildið í 2021.
Í 2018 vóru 1.122 mál um uppihaldsloyvi, og í 2022 var hetta talið vaksið upp í 2.848 mál um uppihaldsloyvi. Talið á arbeiðsloyvum til fólk, sum komu til Føroya úr landi uttanfyri Evropa, vaks í sama tíðarskeiði úr 75 upp í 635 loyvi.
Tí er tað rætt at yvirtaka málsøkið og at tryggja eina smidliga viðgerð av arbeiðs-, uppihaldsloyvum og familjusameining, sigur landsstýrismaðurin
Landsstýrismaðurin ásannar, at tilflytarar hava verið týdningarmiklir fyri okkara samfelag og ikki minst fyri okkara arbeiðsmarknað.
– Eg veit at privata vinnan framvegis manglar arbeiðsmegi, og tí er tað gott at vit fáa stytt upp aftur meira um bíðitíðirnar til at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum sigur Bjarni Kárason Petersen.