Nú sleppa vit ikki undan at gera eitt gróthart val

Nú skulu vit velja um vit vilja hava Suðuroyartunnilin, ella alt hitt, og vit mugu tora at siga, hvat skal bíða, sigur løgtingsmaður

Áki Bertholdsen
6. august 2024 kl. 13:30

– Eg eri ikki ímóti einum suðuroyartunli. Tað gjørdi Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn, greitt í Løgtinginum.

Men samstundis gjørdi hann eisini greitt, at hann tekur ikki undir við, at hendan útreiðslan bara verður løgd oman á allar aðrar útreiðslur, sum ætlanin er at spenna landskassan fyri.

Her hugsar hann um nýtt Fróðskaparsetur og lestrarbý á Frælsinum í Havn, nýtt tjóðleikhús, nýggj skip til Strandferðsluna, bygging av vardum bústøðum, nýggja kirkju á Argjum og nýggja kirkju á Glyvrum, fyri at nevna nakrar íløgur, sum liggja fyri framman.

Og  harumframt er veganetið so niðurpínt at tað er neyðugt st brúka 300 milliónir upp á tað, bara fyri at fáa tað í nøktandi stand aftur.

– Musikkurin er tagnaður, vit hava havt tað stuttligt, men nú er mappan við at tømast, helt tingmaðurin fyri Framsókn fyri.

– Tí mugu vit gera eina grótharða raðfesting av, hvørjar íløgur skulu gerast nú, og hvørjar skulu bíða, sigur Karlot Hergeirsson.

Sjálvur dugur hann ikki at síggja, at vit kunnu gera tjóðleikhús, nýtt Fróðskaparsetur, og alt hitt, samstundis sum vit eisini gera ein suðuroyartunnil, sigur Karlot Hergeirsson.

– Nú mugu vit tora at siga, hvat skal bíða - men eg skal ikki siga, hvat skal gerast fyrst, og hvat skal bíða til seinni, sigur hann.