Nú sleppa grønlendingar eisini at drekka føroyskt øl

Í fyrstu syftu verður talan um trý sløg av øli

Áki Bertholdsen
4. september 2024 kl. 11:45

Nú fáa eisini grønlendingar høvi til at royna føroyskar øl. Tað er bryggjaríið, OY, sum hevur gjørt avtalu við grønlendsku keypsamtøkuna, Brugseni, um at bryggja ymiskar øl til grønlendska marknaðin. Lagt verður út við trimum nýggjum sløgum, sigur OY í tíðindaskrivi.

Við ársskifti varð nýggj pantskipan sett í verk í Grønlandi og tað hevur gjørt tað lættari at koma á marknaðin í Grønlandi. Ein orsøk til tað er, at nú er tað eisini lógligt at selja dósir og ymisk sløg glasfløskum og plastfløskum, sum tað áður hevur verið ólógligt at selja.

– Gamla pantskipanin hevði við sær, at donsku bryggjaríini, Carlsberg og UniBrew høvdu at kalla einkarætt upp á grønlendska marknaðin av øli og sodavatni - men nú er tað broytt við nýggju pantskipanini.

Í Grønlandi kunnu allir matvøruhandlar selja rúsdrekka, og tí hevur Keypssamtøkan har leitað sær eftir einum samstarvsfelaga at bryggja nýggjar øl til grønlendska marknaðin - og valið fall á føroyska OY.

Í fyrstu syftu vera trý sløg av øli at fáa í teimum 17 handlunum, sum Keypssamtøkan hevur í átta av teimum størstu býunum í Grønlandi. Men sum frálíður er ætlanin at bryggja fleiri sløg av øli til Grønlands.

Allar ølirnar, sum verða bryggjaðar til Grønlands, hava sín heilt serliga grønlendska samleika. Og eins og í Føroyum eru nøvnini á ølunum eitt sindur sermerkt og spælandi, sigur Oy í tíðindaskrivi.  

Nýggja klassikk-ølin, sum OY hevur bryggjað til Grønlands, hevur fingið heitið Kilaasitoqaq, ið merkir »Gamli Klaus« á grønlendskum. Danska mannfólkanavnið Klaus er ikki lætt at siga á grønlendskum, og tí verður tað ofta til »Kilaasi«, ið minnir um ljóðið á orðinum klassik.

Í Føroyum eru ymisk føroysk djór knýtt at ølunum frá OY, antin sum eydnudjór ella maskottar. Tað sama er við grønlendsku ølunum, tó at talan er um onnur djór enn tey føroysku. Á klassik ølini er tað ein roysningur, ið er eydnudjórið.

Nýggi grønlendski pilsnarin eitur Makkulu, og tað navnið sipar til tað at sussa ella til eitt fólk ið tosar ov hart og ov nógv.

Tað verður eisini mett, at tað ljóðar sum suss, tá grønlendska havgásin, sum prýðir pilsnaran, samskiftir við aðrar havgæs. Tí eitur henda ølin soleiðis.

Triðja og síðsta nýggja ølin eitur, Siarsuk, og merkir hetta »Gamli Stavnur« ið ofta verður brúkt um eitt fólk, sum møtir óvæntað upp til ymiskt. Talan er um eina Hazy IPA øl, og hon verður prýdd við tveimum pólrevum, sum dystast í Pakassumittut, ið er ein aldargamalur ítróttur hjá upprunafólkinum har um vegir.

Tað er lokala listakvinnan, Sacha Malinský, ið er mest kend undir listanavninum Cheeky, sum hevur prýtt allar tær grønlendsku OY dósirnar.