Nú verður aftur skipað fyri grindaskeiði við undirvísing í at brúka mønustingara. Fyribils tvey skeið í umbúna, annað verður í Havn og hitt verður í Suðuroy
Skeiðið í Havn verður í Eysturskúlanum mikudagin 8. mai og skeiðið í Suðuroy verður í Miðnámsskúlanum fríggjadagin 10. mai
Landsstýrið sigur, at skeiðini eru ókeypis og tað er ikki neyðugt at melda til frammanundan
Sambært grindakunngerðini er grindaskeið, og prógv, kravt fyri at hava loyvi til at avlíva hval.
Bera fólk, sum eru 16 ár ella eldri, og sum hevur prógv fyri at tey hava verið á grindaskeiði, hava loyvi at avlíva hval.
Á grindaskeiði fæst kunning um grindalóggávu, grindareiðskap, drápshátt, brúk av mønustingara og grindaknívi og hvussu tað ber til at staðfesta, at ein hvalur í roynd og veru er deyður.
Annars krevst ikki prógv fyri at vera við í grindarakstri og grindadrápi, tí øll kunnu fara í grind, bæði í báti og á landi, sum vanligt hevur verið, uttan at hava grindaprógv - tey hava bara ikki loyvi at avlíva hval.