Sjeynda umfar í bestu fótbóltsdeildini var í dag. Úrslitini lagaðu seg soleiðis, at KÍ eftir 3-2 sigur í Gundadali ímóti B36 framvegis hevur fulla úrtøku.
HB við Jákupi Martin Joensen sum nýggjum venjara vann 3-1 í Sørvági. At HB vann fulla úrtøku samstundis sum B36 tapti ímóti KÍ ber við sær, at HB nú er næstfremst. HB hevur vunnið fimm dystir og í tveimum er tað endað javnt. Tað ber við sær, at tað eru fýra stig frá HB og fram til toppliðið.
Um tvær vikur verður fyrsti triðingurin av kappingini av. Tá hittast HB og KÍ í Gundadali í dysti, sum kann fara at vísa seg at vera rættiliga týdningarmikil fyri spenningin í kappingini.
ÍF hevur higartil staðið seg betur, enn tað var væntað. Í dag var ÍF favorittur í Fløgugerði ímóti B68, sum undan ferðini til Fuglafirðar ongan dystin hevði vunnið. Men B68 var omaná, og toftamenn fóru út aftur við 3-1 sigri, eftir at teir inntil fýra minuttir undan leikloki vóru frammanfyri 3-0.
Víkingur var greitt omaná ímóti EB/Streymi, men intensiteturin og spenningurin vóru alla tíðina, tí Víkingur megnaði bara einaferð at umseta málmøguleika til mál og 1-0 heimasigur.
Úrslitið ber við sær, at Víkingur nú er á fjórða plássi. Tað eru fýra stig fram til B36 og seks stig fram til HB. KÍ er 10 stig frammanfyri Víking.
Á Argjum endaði tað málleyst millum AB og TB, sum nú eru undir strikuni. AB hevur eitt stig, meðan tað er stutt frá TB og fram til tey trý næstu. B68 hevur 6 stig, og 07 Vestur og EB/Streymur hava 7 stig.
ÍF – B68 1-3 (0-1)
0-1: Mohamed Samba 8.
0-2: Boubacar Dabo 48.
0-3: Boubacar Dabo 74.
1-3: Jhon Mena Perez 87.
Víkingur – EB/Streymur 1-0 (1-0)
1-0: Jákup Johansen 12.
07 Vestur – HB 1-3 (1-1)
0-1: Mikkel Dahl 9.
1-1: Uros Stojanov 20.
1-2: Emil Berger 70.
1-3: Adrian Justinussen 82.
B36 – KÍ 2-3 (1-2)
0-1: Páll A. Klettskarð 5.
1-1: Magnus Egilsson 30.
1-2: Páll A. Klettskarð 37.
2-2: Michal Przybylski 46.
2-3: Jonn Johannesen 94.+
AB – TB 0-0
KÍ | 7 | 7 | 0 | 0 | 23 | 4 | 21 |
HB | 7 | 5 | 2 | 0 | 18 | 4 | 17 |
B36 | 7 | 5 | 0 | 2 | 14 | 8 | 15 |
Víkingur | 7 | 3 | 2 | 2 | 13 | 9 | 11 |
ÍF | 7 | 3 | 0 | 4 | 8 | 9 | 9 |
EB/Streymur | 7 | 2 | 1 | 4 | 5 | 8 | 7 |
07 Vestur | 7 | 2 | 1 | 4 | 9 | 13 | 7 |
TB | 7 | 1 | 2 | 4 | 4 | 18 | 5 |
B68 | 7 | 1 | 3 | 3 | 8 | 16 | 6 |
AB | 7 | 0 | 1 | 6 | 1 | 14 | 1 |
8. umfar
Fríggjadagin 5. mai – dýribiðidagur
EB/Streymur – HB
B68 – AB
07 Vestur – Víkingur
TB – B36
Leygardagin 6. mai
KÍ – ÍF