Nú skulu skipini taka allan fiskin við til lands

Nýggju reglurnar koma í gildið longu í summar, men annars fáa reiðarar og manningar eina skiftistíð upp á nøkur ár 

Nú skal einki tveitast aftur í havið
Áki Bertholdsen
29. mars 2024 kl. 15:13

Nú verður ein nýggj kunngerð sett í verk sum áleggur skipum at taka allan fiskin við til lands. Tað merkir, at bæði høvd, ryggir, fráskurðir, rogn og livur skal nú takast við til lands, og sostatt verður tað nú bannað at tveita nakað av fiskinum fyri borð aftur.

Ein kunngerð um hetta er nú sent avvarðandi pørtum í fiskivinnuni til viðmerkingar. Í hesum sambandi vísir Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á, at í lógini stendur at hann kann gera reglur, sum áleggja fiskiførum at føra innvøl, rygg, skræðu, høvd o.tíl. av fiski, til lands. 

Hesa heimild er nú ætlanin at seta í verk, og tí verður ein langtíðarætlan nú løgd við tí endamáli at fáa alt av fiskinum til lands.

Tað merkir, at alt lívfrøðiligt tilfar hjá føroyskum skipum, frá fiskiskapi undir Føroyum, skal landast um bryggjukant í Føroyum.

Her er talan um alt, sum ikki fiskað til húsbrúks og ferðavinnu - fiskiskapur er heldur ikki umfataður av nýggju reglunum. Og blóðið á fiskinum er heldur ikki umfatað av nýggju reglunum, men annars alt. 

Í hesum sambandi verður ein langtíðarskipan sett í verk, soleiðis at reiðarar og manningar fáa nøkur ár at venja seg við nýggja verðleikan.

Tað merkir, at frá frá 1. juni í ár til 1. juni næsta ár, skulu 20 % av lívrunnað tilfarinum takast við til lands.

Annars verður mannagongdin hendan:

– 30% frá 1. juni 2025 til 1. juni 2026.

– 40% frá 1. juni 2026 til 1. juni 2027.

– 50% frá 1. juni 2027 til 1. juni 2028.

– 65% frá 1. juni 2028 til 1. juni 2029.

– 80% frá 1. juni 2029 til 1. juni 2030.

– 100% frá 1. juni 2030.