Nú skulu seinastu finalistarnir í Sement finnast

Fimm bólkar og einstaklingar fara á pall í Reinsarínum leygarkvøldið

Jákup Eli kom í finaluni (Mynd: Tróndur Dalsgarð)
Fríðmundur Nattestad
15. apríl 2024 kl. 17:30

Farna leygarkvøld var Reinsaríið karmur um 1. umfar av tónleikakappingini Sement. Teir fýra bólkarnir og einstaklingarnir, sum framførdu, vóru Ókendir, Viðarr, Jákup Eli og Ingmar. Ongin greiður favorittur var, at koma víðari til finaluna, men tá avtornaði, valdu dómararnir at senda Ókendir og Jákup Eli víðari.

Ókendir er eitt sonevnt hip-hop kollektiv (Mynd: Tróndur Dalsgarð)

Jákup Eli er best kendur fyri sangin "Vanja" (Mynd: Tróndur Dalsgarð)


Komandi leygardag, 20. apríl, klokkan 20, er 2. umfar á skránni í Reinsarínum. Tá fara fimm bólkar og einstaklingar at framføra, og kappast um tvey tey seinastu plássini í finaluni, sum verður eina viku seinni, leygarkvøldið 27 apríl.

Tey, sum framføra leygarkvøldið, eru hesi:

- Ester Skála

- Volapuck

- Ragnar Finsson

- gówa

- Ása Brynjarsdóttir


Atgongumerki kunnu keypast her.