Øll tey føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir hava nú gjørt eina avtalu um betri kunning til hvørt einstakt viðskiftafólk um teir kostnaðir, tey betala fyri sína eftirlønaruppsparing
Avtalan er ímillum
· P/F Tryggingarfelagið Lív
· P/F Betri Pensjón
· Eftirlønargrunnur Løntakaranna (Lívsverk)
· P/F NordikLiv Lívstryggingarfelag
Tryggingareftirlitið sigur, at avtalan merkir, at einaferð um árið skal felagið upplýsa hvønn einstakt viðskiftafólk um, hvussu nógv tað hevur betalt, bæði í krónum og í prosentum fyri sína eftirlønaruppsparing.
Feløgini hava bundið seg til at brúka sama uppgerðarhátt, soleiðis at tølini kunnu samanberast, og grannskoðararnir skulu tryggja, at feløgini halda avtaluna.
Avtalan kemur í gildi soleiðis, at í seinasta lagi 1. september skal hvørt einstakt viðskiftafólk fáa upplýst, hvussu nógv tað hevur goldið í krónum og í prosentum fyri sína eftirlønaruppsparing í fjør.
Avtalan fevnir ikki um eftirlønaruppsparing í peningastovnum.
Endamálið við skipanini er, at tað skal vera greitt, hvørjar kostnaðir viðskiftafólk betala fyri at hava sína eftirlønarskipan.