Samgongan er nú í ferð við at orða ein nýggjan, almennan bústaðarpolitikk. Tað segði Margit Stórá, landsstýriskvinna í íbúðarmálum, í Løgtinginum í dag.
Sólvit E. Nolsø, tingmaður fyri Framsókn reisti málið um bústaðarneyðina í Løgtinginum í morgun, og í tí sambandi hevur hann spurt landsstýriskvinnuna, hvørjar ætlanir ætlanir samgongan hevur fyri at útvega fleiri bústaðir.
Sjálvur heldur Sólvit E. Nolsø, at hetta er eitt mál, landsmyndugleikarnir, og kommunurnar, mugu loysa í felag.
Hann heldur, at í hesum sambandi verður neyðugt at fáa tey neyðugu amboðini at gera nakað við støðuna. Eitt nú heldur hann, at kommunur skulu fáa heimild at leggja gjøld á summarhús og at vit eiga at arbeiða við eini skipan við býlisstuðuli.
Og so heldur hann, at vit eiga at seta reglur í verk fyri bústaðir, sum leigaðir út ígjøgnum Airbnb, tí tað leggur hald á nógvar bústaðir, sum sostatt ikki eru tøkir til bústaðir.
Margit Stórá sigur, at samgongan arbeiðir við at endurskoða bústaðarpolitikkin og at tað er semja um, at hetta er eitt økið, tey skulu gera nakað við.
Og ein partur av tí verður at gera greitt, hvørjar samfelagsbólkar, almenna bústaðarfelagið, Bústaðir, yvir skal byggja bústaðir til, og hvør uppgávan hjá Bústøðum skal vera.
Tað hava verið nógvar atfinngingar ímóti Bústøðum um at tey mest hava bygt til tey vælbjargaðu, tí leigan er so dýr, at tað er ikki fyri vanlig fólk, og so slett ikki fyri láglønarbólkar.
Men nú skulu Bústaðir so hava greið boð um, hvønn tey skulu byggja bústaðir til.
Margit Stórá sigur, at ein annar partur av bústaðarpolitikkinum verður at leggja avgjøld á hús, sum standa tóm, og at gera kommunum heimild at áseta bústaðarskyldu á nýggjum bústøðum, sum kommunan stykkjar út. Somuleiðis verður arbeitt v ið eini skipan um býlisstuðul so at ung fólk kunnu seta føtur undir egið borð.