Nú skulu bilførarar ansa serliga væl eftir

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur góð ráð til foreldur og til bilførarar

Áki Bertholdsen
9. august 2024 kl. 12:00

Mánadagin byrja skúlarnir aftur eftir lokna summarfrí. Og tað merkir, at mánadagin verða tað eini 760 børn, sum byrja í fyrsta flokki, og sum sostatt eisini hava sín allarfyrsta skúladag

Aftur í ár minna kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd, bilførarar á at vísa serligt varsemi, nú børnini fara í skúla aftur.

Ráðið Fyri Ferðslutrygd sigur, at hesaferð eru 13 kommunur við í átakinum og tað eru ikki so nógvar, sum tað plagdi vera.

– Vit skulu altíð ansa væl eftir øðrum í ferðslun. Men tá ið skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.

Tey vísa á, at tá ið skúlarnir byrja aftur, eru tað nógv børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni - og tað krevur, at bilførarar seta ferðina niður, og at teir annars ansa serliga væl eftir.

Men fyri at minna bilførarar á hetta, verða skelti hongd upp við skúlar við eini áheitan á bilførarar um at vísa ansni.

Skelti eru tó ikki nóg mikið og tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey.

– Tað krevur venjing og royndir at læra børnini, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum. Tá barnið fer í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni.

– Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.

– Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum at læra tey, hvussu tey skulu ganga. Og jú meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt.

Allir næmingar í 1. flokki fáa ein súkkluhjálm og góð ráð um trygga atferð í ferðsluni. Harumframt er tað eitt krav, at undirvísing í ferðsla er í skúlanum.