Nú skal tað vera lættari at sleppa av við tómar fløskur

Tað verður IRF, sum skal standa við endan og tey skulu taka ímóti heilum 68.000 tómum fløskum og blikkum - um dagin

Áki Bertholdsen
6. desember 2023 kl. 21:39

Tað verið á veg í eini 12 ár - men nú skal tað vera!

Enn einaferð ætlar landsstýrið nú at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um at gera tað munandi lættari at sleppa av við tómar fløskur, tóm blikk, og eisini onnur íløt.

Fyri at sleppa av við tómar fløskur skulu fólk, sum oftast, í fleiri ymsar handlar, tí handlar hava bara skyldu at taka ímóti fløskum og blikkum, teir sjálvir selja.

Tað nýggja við uppskotinum, sum Ingilín Didriksen Strøm nú ætlar at leggja fyri Løgtingið, er, at nú fáa allir handlar skyldu at taka ímóti øllum íløtum, sum pant fæst fyri.

Kortini kunnu heilt smá handilsstøð, pylsuvognar, kioskir, kaffistovur, smá bakarí, og aðrir smáir handlar sleppa undan at taka ímóti øllum, men tey skulu taka ímóti tí, tey sjálvi selja.

Uppskotið er nú sent avvarðandi pørtum til ummælis, og so verða møguligar viðmerkingar kannaðar, áðrenn uppskotið verður endaliga orðað og lagt fyri Løgtingið.

Í løtuni sleppa fólk bara av við fløskur og blikk, men eftir nýggju lógini sleppa fólk av við øll møgulig íløt. ÍRF hevur átikið sær uppgávuna at umsita skipanina og at heinta tey tómu íløtuni úr handlunum.

Hetta er ein stór uppgáva, tí merkir, at IRF skal taka ímóti umleið 68.000 íløtum hvønn einasta gerandisdag í árinum.

Pantið, fólk fáa fyri tóm íløt, verður ímillum tvær og fýra krónur, alt eftir hvat ílat talan er um. Íløtini, sum nú kunnu latast inn aftur, eru íløt úr metalli, plasti og glasi til øl, vatn, mineralvatn, sodavatn, orkudrykkir, saft, rúsdrekka, fruktsaft, grønmetissaft, óblandaða saft, og annað.