Nú fer legendariski fótbóltsvølllurin á Sevmýri á Tvøroyri, endaliga í søguna.
Seinastu tíðina hava fólk sæð lastbilar koyra til og frá gamla fótbóltsvøllinum á Sevmýri, sum nógv hava góð minnir frá.
Í fjør keypti MTV Byggivirkið vøllin og økið har gamla TB-húsið stendur. Frá byrjan av hevði fyritøkan ætlanir við økinum og nú eru ætlanirnar komnar enn tættari upp á at gerast veruleiku, sigur Tvøroyrar Býráð.
Mortan T. Vang, stjóri í MTV Byggivirkið, at ætlanin er, at Sevmýri skal gerast ein partur av býnum, ið fólk fara at hava hug til at vitja aftur.
– Farin er tíðin, tá fólk fylktust í økinum, til fótbóltsdyst og síðan tá hevur lítið og einki lív verið á har.
Mortan T. Vang, sigur, at tey hava stórar ætlanir við økinum, men skal tað gerast veruleiki, krevjast bæði neyðug loyvi og eisini vælvild frá landsins myndugleikum.
Soleiðis sær vøllurin á Sevmýri út nú
– Ætlanin er at gera ein eftirskúla í eystara enda á vøllinum, við øllum tí, ið krevst til ein eftirskúla. Miðskeiðis á vøllinum ætla vit at byggja eitt næmingaheim, ið eitt nú kann hýsa næmingum á Heilsuskúlanum í Suðuroynni. Men skal tað gerast veruleiki krevst vælvild frá landsmyndugleikunum, leggja tey afturat.
– Í vestara enda er so ætlanin at hava umstøður til fólk við kampingvogni – hetta er nakað, ið manglar av álvara, sigur stjórin í MTV Byggivirkið.
– Tað, ið kanska er mest spennandi, er, at mitt á gamla vøllinum ætla vit at gera eina tjørn. Ein tjørn var her áðrenn vøllurin kom og í ein ávísan mun ætla vit at endurskapa hana, sigur hann.
Vónin er, at lív kemur í vatnið og at vatnið fer at lokka fugl av ymsum slagi til sín.
Vónin er eisini, at fólk fara at vitja økið og njóta umstøðurnar. Saman við gongugøtuni niðan í eitt nú Støðlarnar og stuttu frástøðuni til Froðbiar, verður hetta eitt fantastiskt øki at uppihalda sær í. Beint við hevur Skógrøkt Landsins eisini plantað eina rúgvu av trøum, so í framtíðini verður Sevmýri nakað heilt annað”, leggur hann afturat í tíðindaskrivi
Gamla TB-húsið, verður skrivstovubygningur til fyritøkur at halda til í