Nú skal ætlan gerast fyri fornminni í Kirkjubø

Ein heildarætlan skal gerast fyri friðað fornminni í Kirkjubø nú. Tað sigur mentamálaráðharrin, sum væntar, at útlendskir grunnar vilj vera við til at figgja verkætlanir eins og í Koltri. Jóannes Patursson, bóndi, fegnast um áhugan. Hann kundi hugsa sær, at nógv var fingið aftur í upprunastand og síðani friðað

Ingolf S. Olsen
22. mai 2020 kl. 17:14

Nógv fornminni og friðaðir bygningar eru í Føroyum, men ofta er ógreitt, hvussu varðveitslan og viðferðin av teimum skal fara fram, og hvør í veruleikanun hevur ábyrgdina av teimum.

Soleiðis er eisini í Kirkjubø, har ein stórur partur av bygdini er friðaður sum fornminni. Flestu fornminnini hoyra til Kirkjubøgarð, har Jóannes Patursson er festari.

Hann hevur leingi sóknast eftir, at umsitingin av fornminnunum bleiv betri skipað, bæði við atliti til fornminnini sjálv og til, at tað skal vera lættari hjá teimum, sum í roynd og veru búgva í og upp at fornminnum, at hava ein gerandisdag.

Ætlan skal gerast

Og Jenis av Rana, mentamálarráðharri, legðist ikki á boðini, tá Dimmalætting ringdi og spurdi hann, um hann hevði nakrar ætlanir um at fáa føroysku fornminnini betri skipað generelt, og um hann hevði nakrar ítøkiligar ætlanir fyri Kirkjubø.

- Tað er upplagt, at vit gera tað sama í Kirkjubø, sum vit gera í Koltri, var mentamálaráðharrin skjótur at svara.

Íblásturin er ætlanin fyri Koltur og varðveitlsu av fornminnum har. Tann ætlanin er nú liðug, og var fyri tveimum-trimum vikum síðani løgd fram fyri landsstýrið.

Jenis av Rana heldur hesa ætlanina vera so áhugaverda og góða, at hann heldur tað vera upplagt beinanvegin at gera eina líknandi ætlan fyri Kirkjubø.

Hann sigur, at útlendskir grunnar hava víst stóran áhuga fyri at vera við í fíggingini av verkætlanum í sambandi við fornminni í Koltri, og hann væntar, at áhugin valla verður minni í Kirkjubø.

- Tað er upplagt, at vit gera tað sama í Kirkjubø, sum vit gera í Koltri, sigur Jenis av Rana, mentamálaráðharri (Savnsmynd)

 

Trupult og dýrt

Jóannes Patursson sigur, at tað kann vera bæði trupult og dýrt at gera nakað, tá eins egni privati bústaður er eitt friðað fornminni. 900 ára gamla roykstovan, sum er partur av garðinum, er elsta træhús í heiminum, har fólk býr. Sjálvandi er hon friðað, og tað er so mangt annað á garðinum eisini.

 - Tað kann vera møtimikið at gera umvælingar og annað, tá fornminnamyndugleikarnir altíð skulu inn yvir, og tað skulu teir sjálvandi. Hjá teimum kann tað tó tykjast lætt at taka avgerðir um, at tingini skulu vera soleiðis og soleiðis, meðan tað ofta ber illa til í praksis, sigur Jóannes Patursson.

Sum dømi nevnir hann, tá tey fyri nøkrum árum síðani skuldu skifta vindeygu, tí tey gomlu vóru gjøgnumrotin. Onkur í fornminnanevndini helt vindeyguni, sum Jóannes Patursson hevði bílagt, vera ljót samanborið við upprunavindeyguni.

- Tað endaði við, at vit trossaðu myndugleikan og settu vindeyguni í, tí vit vildu hava termovindeygu, og aðrar loysnir enn henda høvdu verið alt ov dýrar, sigur Jóannes Patursson.

- Man má ikki gloyma, at vit búgva í einum fornminni, og nógv av fornminnunum, millum annað øll her á garðinum, bert eru til, tí tey verða brúkt, og tí fólk býr her. Annars høvdu tey flestu langt síðani verið farin fyri onki, leggur hann afturat.

Nýtt og gamalt

Ofta er tað eisini neyðugt at blanda gamalt og nýtt, um haldgóðar loysnir skulu finnast.

- Um bjálkar ella fjalar farast, so ber til at umvæla, so tað verður varðveitt í upprunalíki. Men rívir tekjan og nýtt flag skal leggjast á, so nyttar onki at fara at leggja nævur undir, sum tey gjørdu fyrr í tíðini, tí tað lýkur ongi krøv til brunatrygd og annað. Tí má tað vera realistiskt, tá farið verður undir til dømis umvælingar, sigur hann.

Grundleggjandi heldur Jóannes Patursson, at tað rætta hevði verið, um bygningar, sum avgerð er ella verður tikin um at friða, fyrst verða settir í upprunastand og síðani friðaðir.

- Friðar tú teir, sum teir standa, ber næstan ikki til at nerta nakað. Eg tori at halda upp á, at um allir teir gomlu bygningarnir í Gongini í Havn og har umleið vóru friðaðir, so høvdu teir ongantíð verið fingnir í tann stand og við tí upprunalíki, teir hava í dag, sigur hann.

Jenis av Rana eisini leggur eisini dent á, at gerandisdagurin við fornminnum skal verða lættari. Hann nevnir friðaðu kirkjurnar sum dømi, har tað er ógvuliga trupult at gera nakað sum helst.

Stórur partur av Kirkjubø er friðaður sum fornminni (Mynd: Finnur Justinussen/Leit)

Spurningur um javnvág

Jóannes Patursson leggur dent á, at hann fegin vil átaka sær sín part av ábyrgdini fyri, at søgan og fornminnini í Kirkjubø verða varðveidd.

- Tað vil eg fegin, og tað sum ferðavinnuvirksemið kastar av sær, skal eisini partvíst brúkast til tað. Men júst tí hevur tað eisini stóran týdning, at tað ber til at reka slíkt virksemi uttan alt ov strangar avmarkingar. Tað snýr seg um at finna røttu javnvágina.

- Og í tann mun landið vil eiga fornminnini og hava allan avgerðarrættin yvir teimum, eisini tá tey eru ein beinleiðis partur av einum privatum matrikli sum her hjá okkum, so mugu vit eisini kunna vænta, at tað almenna rindar ein størri part, tá til dømis umvælingar skulu gerast, sigur hann.

Sum er verða bert umleið hálvt annað hundrað túsund krónur um árið játtaðar á Løgtingsins fíggjarlóg til umvælingar av friðaðum bygningum. Praksis hevur verið, at meginparturin av hesum pengunum fer til bygningar, sum fornminnamyndugleikarnir sjálvir fult og heilt vara av og umsita.

Roykstovan á garðinum í Kirkjubø er ógvuliga væl vitjað (Mynd: Finnur Justinussen/Leit)

Vandi fyri órøkt

- Tí kann tað vera vandi fyri onkunstaðni, at bygningar ella onnur fornminni fara í órøkt, um tey, sum búgva har ikki eru so áhugað og eldhugað í at varðveita tað gamla, vísir Jóannes Patursson á.

Jenis av Rana viðurkennir, at hóast áhugin hjá útlendskum grunnum at fíggja varðveiting av føroyskum fornminnum er stórur, so er tað ikki tað, føroysku myndugleikarnir skulu dúva upp á.

- Ábyrgdin er sjálvandi okkara, og vit mugu fáa neyðugu pengarnar til vega at gjalda tað, sum tað kostar, sigur hann.

Ein dagføring av lógini um friðan av fornminnum og bygningum frá 1948 er helst eisini tiltrongd, heldur hann. Mentamálaráðharrin kann tó onki siga um, í hvønn mun fornminni fara at verða raðfest á komandi fíggjarlógum.

Men hann er rættiliga vísur í, at hann skjótt fær sett ferð á arbeiðið at gera eina ætlan fyri Kirkjubø.

- Eg vænti, at um tú ringir aftur um nakrar vikur, so havi eg okkurt at siga tær, sigur hann.