Nú eru ikki nógvir metrar eftir at bora í Fámjinstunlinum. Men hetta hevur eisini verið burturav ringasti tunnilin í landinum at arbeiða og avleiðingin av tí er bæði tað, at tunnilin er nógv seinkaður, umframt at hann eisini er nógv dýrari enn upprunaliga mett.
Tunnilin er 1.200 metrar langur og upprunaliga skuldi tað verið koyrandi ígjøgnum hann nú.
Upprunaliga skuldi hann kosta 167 milliónir krónur, men tey vistu at fjallið er serstakliga ringt at arbeiða í og tí vórðu 40 milliónir lagdar afturat fyri at hava nakað at geva av, so at 207 milliónir vórðu settar av til hann.
Men tað vísti seg skjótt, at fór heldur ikki at vera nokk og tískil eru uppaftur 45 milliónir játtaðar til tunnilin, so nú er hann komin upp á 252 milliónir.
Sigurd Ó. Vang á Landsverki sigur, at nú eru bara 21,5 metrar eftir at bora. Men tey vænta at tað fer at taka tvær vikur afturat til tey hava bora ígjøgnum.
Sum heild tekur tað longri at bora teir seinastu metrarnar, tí tá skal serliga nógv gerast burtur úr at tryggja tunnilin.
Men at tey skulu brúka tvær vikur upp á bora 21,5 metrar, sigur eitt sindur um, hvussu trupult arbeiðið er.
Fjallið er so leyst, at tað skal tryggjast heilt óvanliga væl við bæði bóltum, stívarum og betongi fyri at tað skal halda. Samstundis verður arbeitt við at tryggja tunnilin fyri vatn.
Tríggjar ferðir eru stórar nøgdir av gróti rapaðar undan loftinum og tað hevur seinkað tunnilsarbeiðnum í fleiri mánaðir. Og so var verkfall í ein mánað og tað hevur ikki bøtt um støðuna.
– Sum roknistykkið sær út nú, verður seinasta skotið latið av í viku 29, sum er ímillum 15 og 21. juli, sigur Sigurd Ó. Vang.
Samstundis sum at tunnilin verður boraður, hava tey eisini arbeitt upp á at gera vegirnar, og serliga ørðavíkarmegin eru tey komin langt við tí. Samstundis skulu allar tekniskar installatiónir leggjast í tunnilin.
Arbeiðstakaran hevur til út í apríl næsta ár at gera alt liðugt og tað merkir, at hann verður tikin í nýtslu í seinasta lagi í apríl.
Men Sigurd Ólason Vang sigur, at gongst tað heilt væl, er tað væl trúligt, at tað verður fyrr enn tað.
Men allir hesir trupulleikarnir merkja, at heldur ikki játtanin upp á 252 milliónir fer at halda og tí er eingin ivi um at tað verður tørvur á eini eykajáttan afturat.
Men av ringum royndum fara tey ikki at meta um endaliga prísin fyrr enn tunnilin er boraður ígjøgnum, tí tá eru allar óvissur burtur og fortreytirnar fyri restini av arbeiðnum eru greiðr.
Og tá verður ein frágreiðing latin politiska myndugleikanum við einum tali fyri, hvussu stórari eykajáttan tað er brúk fyri afturat.