Okur hava sett játtan av á fíggjarlógini til at fyrireika eygnalæknaviðtalur og forkanningar í Suðuroynni í ár.
- Okur í Suðuroynni kenna tað øll. Okur eiga eitt foreldur ella onnur avvarðandi, sum skulu á Landssjúkrahúsið til eina forkanning. Ofta er talan um, eldri, illa gongd fólk, sum eru meir ella minni óhjálpin, sum eru noydd á oynni í øllum veðri. Hesi mugu fáa hjálp frá børnum ella øðrum, sum leggja heilar arbeiðsdagar niður fyri at fara norðurum fjørðin, við sínum kæru, til eina kanning, ið kanska bara tekur fáar minuttir.
- Kanningar innan eygnalæknaøkið eru eitt dømi um slíkar viðtalur og forkanningar, sum eiga at verða gjørdar í Suðuroynni. Okur kunnu ikki halda áfram við at útseta okkara veikastu fyri tílíka óneyðuga viðgerð.
Okur hava tí játtað Landssjúkrahúsinum 200.000 at fyrireika málið, soleiðis, at eygalæknaviðtalur og forkanningarnar kunnu byrja í 2025. Jeg síggi fyri mær, at eygnalækni kemur suður einaferð hvønn ársfjórðing at hava viðtalur og gera kanningar.
At serlæknar av og á gera kanningar á Tvøroyri verður eisini nevnt í Menningarætlanini fyri Sjúkrahúsverkið frá 2016. Har stendur m.a, at málið er at hava ambulatorium á øllum trimum sjúkrahúsunum, har serlæknar vitja eina ferð um mánaðin ella eftir tørvi við tí endamáli at bjóða sjúklingum tænastur nær við teirra heim (t.d. eygnalækni).
Bjarni Hammer