- Nú røkka vit eftir stjørnunum

Tónleikakappingin Sement byrjaði sum ein ungdómstónleikakapping. Alt hetta broyttist tó síðsta ár. - Nú røkka vit eftir stjørnunum, sigur Hergeir Staksberg, ið sjálvur er tónleikari og fyriskipari av Sement

Anna Joensen-Næs
2. mai 2022 kl. 18:24

Sement byrjaði í 2011 sum ein ungdómstónleikakapping, ið Margarinfabrikkin skipaði fyri. Síðsta ár broyttist tó alt hetta. Tórsgøta tók yvir kappingina og ristið av álvara posan.

- Nú røkka vit eftir stjørnunum, leggur Hergeir Staksberg, ið sjálvur er tónleikari og fyriskipari av Sement, út við at siga.

Prix Føroyar var byrjanin til eitt ríkt føroyskt tónleikalív

- Prix Føroyar settið av álvara gongd í føroyska tónleikalívið, byrja Hergeir at greiða frá.

Prix Føroyar, eisini kent sum Asfalt Prix Føroyar byrjaði í 1997 sum ein tónleikakapping, har ið óroyndir tónleikarir fingu møguleikan at royna seg á tí almenna pallinum. Krav var, at løgini skuldu verða sjálvskrivaði.

- Tað at løgini skuldu verða sjálvskrivaði, gjørdi, at ymisku tónleikararnir fingu sett gongd í sína egnu menning innan listina og at læra at skriva. Nú høvdu tey okkurt at røkka eftir, nemliga heiðurin og vinningarnar, sigur Hergeir.

Somuleiðis við, at tónleikakappingin var byrjanin til eitt ríkt føroyskt tónleikalív, var Prix Føroyar eisini byrjanin hjá fleiri í dag vælkendum føroyskum tónleikarum inn í tónleikaheimin.

- Tónleikarir sum Eivør Pálsdóttir luttóku í kappingini. Tá var Eivør júst byrjað. Tað var her hon av álvara breyt ígjøgnum fyri fyrstu ferð. Pre Føroyar hjálpti henni og fleiri øðrum tónleikarum væl ávegis, greiðir Hergeir frá.

Tónleikakappingin steðgaði tó seinni á.

Føroyski tónleikurin kom á sama støði sum ítrótturin

Prix Føroyar førdi við sær nógva umtalu í føroysku miðlunum. 

- Føroyski tónleikurin kom fyri fyrstu ferð á sama støði sum ítrótturin. Hann fylti nógv í miðlunum. Fólk vóru við uppá tað og sótu sum límaði føst til stólin hvørja ferð sendingarnar fóru í luftina.

Steðgur kom aftur á føroyska tónleikalívið

Aftaná Prix Føroyar steðgaði í 2005, kom steðgur aftur á tónleikalívið her heima.

- Man royndi at skapa nakað líknandi sum Prix Føroyar, men einki spældi ordiliga. Tann umtalan, ið føroyska tónleikalívið her heima hevði fingið tey árini, tá ið Prix Føroyar var, hvarv munandi. Og tað er nakað, sum fólk hava saknað líka síðani, greiðir Hergeir frá. 

Frá ungdómstónleikakapping til at røkka eftir stjørnunum

Aftaná at Prix Føroyar fór í søguna, kendist eitt tómarum á føroyska tónleikapallinum. Tað var her Sement kom til. Hergeir var ikki partur av verkætlanini fyrstu árini, men greiðir tó frá. Stigtakarir til Sement tá vóru Bogi Andreasen og songkvinnan Guðrið Hansdóttir.

- Man ynskti, at lív kom aftur í føroyska tónleikapallin. Sement var ein roynd á nakað líknandi sum Prix Føroyar, sigur Hergeir.

Sement byrjaði í 2011 sum ein ungdómstónleikakapping, ið Margarinfabrikkin skipaði fyri. Her høvdu óroyndir tónleikarir møguleikan at royna seg við sjálvskrivaðum løgum, júst sum í Prix Føroyar. Árini gingu, og kappingin hevði tørv á nýggjari orku.

- Tað var her, ið eg bleiv partur av tónleikakappingini. Í fjør settið Margarinfabrikkin seg í samband við okkum í Tórsgøtu og ynskti, at vit nú skuldu skipa fyri kappingini. Her var nógv at taka atlit til. Her hugsaði eg beinanvegin, at um vit veruliga skuldu gera hetta, so skuldi tað gerast ordiligt, sigur Hergeir avgjørdur.

- Vit skuldu røkka eftir stjørnunum.

Broyttu heila konseptið fullkomiliga

Í dag eru fyriskiparir av tónleikakappingini Hergeir Staksberg og Bogi Andreasen. 7 tónleikabólkar um árið gjørdust til 19. Sement menti seg munandi og skjótt.

- Vit ynsktu at gera Sement til nakað størri og meiri altjóða. Í dag kunnu øll luttaka í kappingini bæði óroynd og roynd. Einki aldursmark er. Alt hetta ger at støðið hækkar, tað gerst meiri umfevnandi og dragandi fyri áskoðararnir. Hetta meinast, at tónleikarir, ið hava brotið ígjøgnum, eisini kunnu luttaka, sigur Hergeir.

 

Bólkurin Impartial, ið fingu 2. plássið

Ynskja at síggja øll á jøvnum støði

Sjálvt um øll, óroynd sum roynd, nú kunnu taka part í kappingini, ynskja tey enn at síggja ymisku luttakararnir á jøvnum støði.

- Tað snýr seg í veruleikan ikki bert um at hava royndir áður. Tey óroyndu kunnu verða júst líka góð sum tey royndu. Tað snýr seg um at skapa. Vit ynskja at gera ein pall til nýggjan tónleik og framleiða so nógv løg í góðari góðsku á hvørjum árið sum gjørligt. Á hendan hátt gera vit vart við tónleikayrkið í Føroyum. Í roynd og veru koma umleið 48 nýggj løg til Sement í ár. Tey bestu verða síðani útgivin, sigur Hergeir. 

- Støðið er vorðið ógvuliga høgt, og vit mugu bara viðurkenna, at ungir tónleikarir, ið enn fevna um størsta partin av kappingini, er ógvuliga dugnaligir.

Hergeir ynskir, at samstarvið millum tónleikarir í Føroyum skal styrkjast.

- Vit ynskja eisini at styrkja samstarvið millum tónleikarir í Føroyum, í vón um at menna yrkið og læra av hvørjum øðrum. Her er Sement ein gyltur møguleiki, í tí at so nógvir tónleikarir eru savnaðir og kunnu hjálpa hvørjum øðrum og møguliga samstarva.

Undarligt at kappast um tónleik

Í hvørjum umfari hevur Bjørk S. Lamhauge, ið er vertur í Sement í ár, nevnt á pallinum, at tað er nakað undarligt at kappast um tónleik, tí at hann er subjektivur.

- Eg haldi í veruleikanum ikki, at man skal hugsa tað so nógv sum eina kapping, men meiri sum eitt høvi, har ið ein far møguleikan at geva út síni stakløg, ið man kanska hevur brent inni við leingi. Sum luttakari fart tú eina freist og eina gularót at røkka eftir. Og tað er uppskriftin á at skapa nýggj løg, ið ikki eru útgivin áður, sigur Hergeir.

Marius DC, vinnarin av Sement 2022, í løtuni tá ið hann fekk heiðurin

Vinningarnir størri enn nakrantíð áður

Vinningarnir eru størri enn nakrantíð áður. Í ár eru bæði vinningar til 1., 2. og 3. pláss, somuleiðis við eina heilt serstaka virðisløn frá danska lýsingar- og samskiftisfelagnum Friendly PR. Somuleiðis við hetta stuðlar G! Festivalurin, Summarfestivalurin og Voxbotn undir kappingina. 

- Tað er heilt víst ein fyrimunur, at vinningur bæði er til 1., 2. og 3. pláss. Vit ynskja, at Sement skal verða við til at útgeva so nógvan tónleik í góðari góðsku sum gjørligt, í vón um at menna tónleikalívið her heima. Somuleiðis við hetta, ger tað kappingina meiri freistandi, at vinningarnir eru so høgir.

Til bæði 1., 2. og 3. pláss er vinningurin at fáa upptøkutíð í Studio Bloch við vælkenda Teodor Kapnas, ið hevur havt nógv við tónleikayrkið at gera her heima. Upptøkutíðin inniheldur upptøkur, framleiðslu, miksing og meistring av tónleiki.

Týdningarmikið at fáa føroyska tónleikin út í heim

- Tað er sjálvandi ógvuliga gott og týdningarmikið, at vinnararnir sleppa í Studio Bloch og fáa upptøkutíð, fyri síðani at útgeva teirra stakløg, men hvat so aftaná? Ofta tá ið man so hevur útgivið løgini, veit man ikki heilt hvat næsta stigið er. Her ynskja vit at hjálpa teimum stigið víðari við Friendly PR, sigur Hergeir ovurfegin.

 

Dania O. Tausen, vinnarin av eyka virðislønini frá danska lýsingar- og samskiftisfelagnum Friendly PR

Friendly PR er eitt danskt lýsingar- og samskiftisfelag, ið hevur hjálpt nógvum vælkendum listarfólkum í Danmark ávegis inn í altjóða tónleikaheimin. Fyri fyrstu ferð nakrantíð komu tvey umboð til Føroya, Allan Skov og Martin Rahbek, við eini ætlan um, at finna tað nýggjasta nýggja.

- Friendly PR stuðlaði undir kappingina, við at geva einum bólki eftir egnum ynski eina upphædd á 20.000 krónur. Endamálið hjá teimum var at finna tað nýggjasta nýggja, ið teir hildu hevði hóskað væl til altjóða tónleikapallin, og hjálpa viðkomandi ávegis, greiðir Hergeir frá.

Vinnarin av eyka virðislønini gjørdist Dania O. Tausen.

- Tað er ógvuliga týdningarmikið at fáa føroyskan tónleik út í heim. At gerast partur av altjóða tónleikapallinum. Tí er samstarvið við Friendly PR ógvuliga týdningarmikið, sigur Hergeir.

Marius DC, vinnarin av Sement 2022

- Eg ynski at geva føroyskan tónleik ta virðing, ið hann hevur uppiborið

Føroyski tónleikapallurin er í løtuni munandi vaksandi. Sement er størri enn nakrantíð áður.

- Tað skal verða størri og betri fyri hvørja ferð, og vit eru á rættari leið. Nú hava vit eisini fingið eitt gott samstarv við ymisku føroysku miðlarnir, í vón um at fáa nógva umtalu. Her eru vit ovurfegin um, at vit m. a. sloppu at senda finaluna beinleiðis í sjónvarpinum. Eg ynski at geva føroyskan tónleik ta virðing, ið hann hevur uppiborið. Nú røkka vit eftir stjørnunum, endar Hergeir við at siga.

Vinnarin av Sement 2022 gjørdist vælkendi rapparin Marius DC. 2. plássi fór til Impartial og 3. plássi til Daniu O. Tausen.