Tað vóru væl fleiri viðhaldsfólk hjá Víkingi í Gundadali í kvøld, enn tað vóru HB áskoðarar.
Í ár er tað ikki komið fyri so ofta, at tað hevur verið neyðugt hjá HB fjepparum at leita eftir tómum setri í HB skýlinum, og soleiðis var tað als ikki í kvøld.
Í bygdaskýlinum var lagið avbera gott, meðan tað í HB leguni kendist, at tað ikki gongur soleiðis, sum tað oftast hevur gingið.
Víkingur vann 2-1, og hetta var áttanda ferðin á rað, at víkingarnir fóru av vøllinum við fullari úrtøku. Tað ber góðan hýr við sær. Nú eru tað tvey stig frá Víkingi og fram til HB, sum er á bronsuplássinum, og víkingarnir rokna avgjørt við møguleikanum, at teir kunnu tryggja sær pláss í Europa við at vinna bronsukrónurnar.
Tá ið talan er um so sigursvant felag, sum HB er, so rakar tað øgiliga meint, tá ið talan er um tvey tap á heimavølli í fýra dagar ímóti tveimum av feløgunum, sum tey í HB fegin vilja kappast við og vinna ímóti.
HB hevði ikki marginalirnar við sær í støðuni miðskeiðis í fyrra hálvleiki, sum vísti seg at vera lagnuløtan.
Fyrra málið skoraði Víkingur, tá ið lítil hálvur tími var farin. Aron Jarnskor Ellingsgaard og Ari Olsen áttu uppspælið í høgru, bólturin varð spældur til Poul Kallsberg, sum av álvara hevur vunnið framrættaða plássið í høgru. Poul Kallsberg rak yvir 35 metrar við bóltinum, HB verjan bakkaði, og úr 17 metrum smekkaði Poul Kallsberg bóltin í málið. Hetta var fjórða málið hjá honum í ár.
Nøkur fá sekund undan støðuni, sum bar 1-0 málið við sær, bjargaði Atli Gregersen á málstrikuni. HB hevði tá í eina løtu verið leikliga omaná, uttan at tað var eydnast at vinna upplagdar málmøguleikar. Men so vildu spælararnir hava, at talan var um klokkuklárt brotsspark og harvið reytt kort til Atla Gregersen, men tað var dómarin Jóhan Hendrik Ellefsen ikki samdur við teimum í.
-Vit royna at søkja hepnið og marginalirnar, men eydnan er ikki við okkum. Men vit geva ikki øðrum skyldina fyri tapið í kvøld. Vit høvdu alt ov lítla tyngd á síðsta triðinginum, og í verjuspælinum góvu vit teimum tvey mál. Eingin ivi er um, at vit eru sera vónbrotnir av úrslitunum fríggjakvøldið og í kvøld, og hetta kennist ógvuliga tungt í kvøld. B36 verður á skrá um nakrar dagar, og tá ætla vit okkum at reisa okkum. Oftast plagar HB at vinna. Tí er henda støðan ikki tann, sum felagið er mest vant við. Fótbóltur er ísakaldur, og vit verða vigaðir eftir hesum úrslitunum. Tí ræður um at halda bæði beinini á jørðini og ikki at fara upp at flákra, sigur Jákup Martin Joensen venjari hjá HB.
Fimm minuttir eftir fyrra málið økti Sølvi Vatnhamar, sum hevði fýra mótstøðumenn kring seg, um munin til 2-0 eftir fríspæling frá Olaf Bárðarson.
-Hetta var ikki besti dysturin hjá okkum hesar mánaðirnar, vit hava vunnið so ofta. Tað kendist væl, at tað er langt síðani, at vit spældu landskappingardyst, sigur Atli Gregersen liðformaður hjá Víkingi.
Rakti bólturin í armin, tá ið tú vardi á málstrikuni?
-Bólturin rakti í hondina, men eg veit ikki, um talan var um brotsspark, tí hondin var upp á pláss. Dómarin metti ikki, at talan var um brotsspark, og sum dysturin leið, so var tað sambært spæli og møguleikum, at vit vunnu, sigur Atli Gregersen við Trónd Arge í Televarpinum.
Í síðsta álopinum minkaði HB um munin til 2-1. Tað var eftir horna úr vinstru, at innskifti Tróndur Jensen so at siga av málstrikuni stýrdi bóltin í málið.
Sunnudagin fær Víkingur vitjan av 07 Vestur, og mánakvøldið fara B36 og HB at spæla grannauppgerð í Gundadali.
HB – Víkingur 1-2 (0-2)
0-1: Poul Kallsberg 23.
0-2: Sølvi Vatnhamar 32.
1-2: Tróndur Jensen 90.+4.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ári Mohr Jónsson – Heðin Hansen, Emil Berger – Áki D. Samuelsen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Jákup L. Thomsen,
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi – Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson – Martin Klein Joensen
KÍ | 21 | 18 | 2 | 1 | 52 | 15 | 56 |
B36 | 22 | 17 | 1 | 4 | 49 | 17 | 52 |
HB | 22 | 15 | 2 | 5 | 58 | 19 | 47 |
Víkingur | 22 | 14 | 3 | 5 | 54 | 21 | 45 |
07 Vestur | 22 | 10 | 4 | 8 | 37 | 32 | 34 |
EB/Streymur | 21 | 6 | 2 | 13 | 22 | 40 | 20 |
B68 | 22 | 4 | 7 | 11 | 22 | 38 | 19 |
TB | 22 | 4 | 4 | 14 | 13 | 49 | 16 |
AB | 22 | 4 | 1 | 17 | 19 | 53 | 13 |
ÍF | 22 | 4 | 0 | 18 | 19 | 61 | 12 |
Sunnudagin 24. september
ÍF – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen
Víkingur – 07 Vestur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
B68 – EB/Streymur: Rúni Olsen
TB – KÍ: Alex Troleis kl. 15.00
Mánadagin 25. september
B36 – HB: Bjarki Danielsen