Dagurin í dag hevur verið minnisríkur uppá nógvar mátar, bæði fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, Sjúkrahúsverkið, sjúklingar og ja fyri Norðoyggjar í heila tiki.
Í dag fingu starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi høvi at heilsa uppá okkara nýggju landstýriskvinnu í heilsumálum, Súsannu Bertholdsen. Tó skal tað sigast, at hetta er triðju ferð í ár, at landstýriskvinnan nýtti høvið at vitja Klaksvíkar Sjúkrahús. Fyrstu ferð var tá Klaksvíkar Sjúkrahús í mai hevði móttøku í sambandi við nýggja MR-skannaran, og seinni ferð var tá hon, saman við Javnaðarflokkinum, við løgmanni á odda, var á kunnandi ferð beint eftir summarfrítíðina.
Við landsstýriskvinnuni vóru aðalstjórin, Bjørgfríð Ludvig, og fulltrúi, Irena Nolsøe.
Í dag fekk landstýriskvinnan innlit í rannsóknarstovuna, har starvsfólkini greiddi frá nýggju raðfestingunum, ið eru gjørdar seinasta árið. Somuleiðis fekk landstýriskvinnan innlit í neurorehabiliteringina og hvussu tilboðið er samansett við ymiskum fakbólkum, ið eru um sjúklingar, ið hava fingið heilaskaða.
Eisini var farið inn á seingjardeildina, har tað bleiv kunnað um deildina og tær tænastur og viðgerðir, ið har verða veittar av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsuhjálparum, gongsgentum og matarverti, umframt terapi starvsfólki. Túrurin endaði á KS2, har landstýriskvinnan bleiv kunnað um virksemið á røngten, skurð- og anæstesi deildini og skaðastovuni. Harumframt varð komið inn á samstarvið við kommunulæknaskipanina, har borgarar, sum hava tørv á hjálp, umvegis 1870 kunnu ávísast inn á skaðastovuna ávísar tíðir eftir arbeiðstíð og í vikuskiftum.
Tað sum eisini gjørdi dagin serligan, var, at í dag varð av álvara sett hol á 3T MR-skanning av prostata. Hetta arbeiði hava vit sæð fram til og tað fer somuleiðis at geva stórt virði fyri nógv í Føroyum.
Og so ikki at gloyma tunlarnar norður um fjall, ið lótu upp fyri almennari ferðslu í dag. Enn eitt stórt frambrot fyri norðoyingar og føroyingar sum heild.
Samanumtikið hevur hetta uppá nógvar mátar, verið ein ógloymandi dagur.