Nú nærkast at dialýsu-viðgerð verður í Suðuroy

Nú er umsøkjarar til størvini, so nú verður farið at seta sjúkrarøktarfrøðingarnar sum skulu taka sær av dialýsun á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Áki Bertholdsen
4. oktober 2023 kl. 15:00

Nú nærkast, at tað fer at bera til at fáa dialýsu-viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tey hava søkt um aftur eftir sjúkrarøktarfrøðingum at taka sær av at geva dialýsuviðgerð í Suðuroy.

Og hesa ferð fingu tey nokk av umsóknum og Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari á Landssjúkrahúsinum, sigur, at nú eru góðar vónir um, at størvini verða sett. 

Ætlanin var annars at byrja við dialýsu-viðgerðini á Suðuroyar Sjúkrahúsi nú í heyst, men tann ætlanin fekk ein skot fyri bógvin.

Á Suðuroyar sjúkrahúsi er alt gjørt til reiðar og samstundis lýsti Sjúkrahúsverkið eftir fýra sjúkrarøktarfrøðingum at taka sær av viðgerðini.

Starvsstaðurin var á Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Men ætlanin fekk eitt skot fyri bógvin tí tað eydnaðist ikki at seta størvini. 

Síðani varð lýst umaftur starvsstaðurin er á Suðuroyar Sjúkrhúsi.

Men har tey, sum verða sett, skulu vera á Landssjúkrahúsinum, og lutvíst eisini á einum donskum sjúkrahúsi, í eina tíð at læra seg at geva dialýsu.

Umsóknafreistin var úti á midnátt og Fróði Jacobsen sigur, at tey hava fingið fimm umsóknir til størvini. Hann sigur, at allar umsøkjararnir lúka krøvini í umsóknini.

Tað stóð eisini í starvslýsingini, at tey vildu hava umsøkjarar, bæði úr meginøkinum, og úr Suðuroyar. Fróði Jacobsen sigur, at eisini tað eydnaðist, so nú hava tey góðar vónir um at fáa størvini sett.

Sostatt er hendan forðingin fingin av vegnum, og gongst sum ætlað, kann farast undir at geva dialýsu á Suðuroyar Sjúkrahúsi síðst í árinum.