Nú mugu tit gevast við hesum tvætlinum
Eg eri til reiðar at møta fútanum
Kári Vitalis
24. september 2024 kl. 08:40
Hey Taks og Eyðun: Nú mugu tit gevast við hesum tvætlinum at ganga ørindi fyri Heilsutrygd.
Eg havi verði limur í TRYGD i Norra síðan 26.juni 1999, og tað vita tit val.
Eg blivi við at fáa rykkjarar frá tykkum, so vinarliga steðgi hesum tvætlinum.
Eg havi steðgað øllum HT-gjøldum, so tit fáa ikki eina krónu frá mær.
Um tit ynskja at koyra Fútan eftir mær, vinarliga geri tað bara beinanvegin, tí eg eri klárur at møta Fútanum.
Nú er hettar blivi ov mikið hjá tykkum, nú sær tað út til at tað er ein vánaligur leiðslu-spurningur, meir enn feilur i skipanini hjá tykkum.
Eg fari at skjóta upp at bæði Eyðun Mørkøre og Egil á Bø verða frítt-stillaðir, og annað fólk kemur ístaðin, sum kann taka ábyrgd.