Tað er ikki uppbyggjandi aftur og aftur at leggja eftir Bústøðum á henda hátt. Tað halda tey í samgonguni, nú Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at skerja heimildina hjá Bústøðum at taka lán til av byggja bústaðir fyri. Miðflokkurin vil hava Løgtingið at samtykkja, at lániheimildin verður skerd 350 milliónir.
Teir í Miðflokkinum halda, at tað er ikki rætt, at Bústaðir halda fram við at byggja fleiri bústaðir sum um at onki er hent, nú tað vísir seg at haldførið undir grunninum er sera ivasamt.
Nú málið hevur verið í Rættarnevndini hjá Løgtinginum, eru tey í samgonguni púra ósamd við Miðflokkin.
Tað er ikki uppbyggjandi aftur og aftur at leggja eftir Bústøðum á henda hátt. Heldur tvørturímóti. Tað er niðurbrótandi og skapar óneyðugan ótta og rok, siga Hervør Pálsdóttir, Kristianna Winther Poulsen, Kim Durhuus og Henrik Old.
Tey siga, at tað er neyðugt at byggja fleiri bústaðir og her hava Bústaðir eina lyklastøðu. Næsta ár verða nógvar íbúðir lidnar og harumframt verður arbeitt við at finna loysnir fyri at útvega bíligari bústaðir, eitt nú við at byggja smærri íbúðir.
– Bústaðir hava nú tørv á arbeiðsfriði, og tað er neyðugt at vísa stýri og stjóra álit, og geva teimum møguleika at byggja Bústaðir uppaftur, siga tey.
Helgi Abrahamsen og Steffan Klein Poulsen siga, at fyri teir hevur tað stóran týdning at Bústaðir fáa eina greiða kós at byggja eftir.
Og teir halda, at tað er rætt at skerja lániheimildina hjá Bústøðum, tí tey kunnu altíð fáa hana aftur, tá ið kósin er sett og raksturin er fingin í rættlag.
Ein annar minniluti í Rættarnevndini, sum er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, vil ikki taka støðu til málið fyrr enn tað skal atkvøðast um tað í Løgtinginum.