Nú er stundin komin at leggja Sandoynna saman í eina kommunu. Tað halda teir báðir, Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, landsstýrismaður og løgtingsmaður, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, og formaður í Kommunufelagnum.
Í Stjórnini á FM1, tosaðu teir um framtíðina hjá Sandoynni, nú hon hevur fingið fast samband við meginøkið.
Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er stór spell, at sandoyingar ikki betri fyrireikaðir til at fáa fast samband.
Tað búgva færri enn 1.300 fólk í Sandoynni, men tey eru býtt sundur í fýra kommunur, Skopun, Sand Húsavík og Skálavík.
Og hann heldur avgjørt, at tær eiga at leggja saman í eina kommunu.
Sum støðan er nú, er stórur vandi fyri, at sjálvsøgd samstarvsøki gleppa sandoyingum av hendi og at oyggin syndrast, tí ístaðin fyri at virka fyri at menna Sandoynna, fara kommunur í samstarv við Tórshavnar Kommunu.
Eitt lýsandi dømi er, at í sambandi við Sandoyartunnilin, kláraðu kommunurnar í Sandoynni ikki at semjast um eina tilbúgving og úrslitið er, at Sands Kommuna fór í samstarv við Tórshavnar Kommunu um tilbúgvingina í Sandoyartunlinum.
Og Jóannes Eidesgaard sær fyri sær, at onnur samstarv við Tórsavnar Kommunu eru á veg, tað kann vera á skúlaøkinum, eldraøkinum, ella hvat tað skal vera.
– Kunnu kommunurnar í Sandoynni ikki samstarva, verður tað nógv, sum ikki fer at rigga, heldur hann.
Hann heldur, at tá ið Løgtingið á sinni samtykti at gera Sandoyartunnilin, skuldi tað verið við teirri treyt at kommunurnar løgdu saman í eina kommunu.
Sum støðan er nú, kann Sandoy enda sum eitt bústaðarøki hjá Hanvini, so at hon bara verður ein sovibýur hjá havnini, men so er endamálið við tunlinum ikki rokkið, heldur Jóannes Eidesgaard.
– Kommunurnar í Sandoynni eiga at ásanna, at Havnin er teirra størsti kappingarneyti og tí eiga tey at leggja leggja saman fyri at hava fíggjarliga styrki til at hava so góðar tænastur til fólk, at tey ikki freistast at fara aðrastaðni eftir hesum somu tænastum.
Tórbjørn Jacobsen heldur, at nú hava sandoyingar tveir møguleikar: Antin verður Sandoy ein sovibýur hjá Havnini, og fær sínar tænastur úr Havn, ella taka tey kampin upp.
Royndir úr Íslandi vísa, at handlar, og onnur, sum sum ikki høvdu fyrireikað seg til undirsjóvartunnil, kláraðu seg ikki.
Hann heldur, at tað gevur onga sum helst meining, at tað eru fýra kommunur í Sandoynni og honum dámar einki, at Sands Kommuna er farin í Samstarv við Havnina um tilbúgvingina.
– Nú dettur tað, sum skuldi verið ein kommunal eind, sundur. Vónandi klára sandoyingar at semjast um eina samanlegging, annars missa tey luftina og so verður alt í Havn.
– Og so fæst eingin nytta burtur úr tunlinum enn at nú kunnu fólk koyra til Havnar at keypa, helt Tórbjørn Jacobsen.