Nú lata tvær løgreglustøðir aftur

Nú eru bara fýra løgreglustøðir eftir í landinum

Áki Bertholdsen
24. september 2024 kl. 09:53

Um eina viku, tað er næsta týsdag tann 1. oktobur, lata tvær løgreglustøðir aftur.
Tað eru politistøðirnar á Sandi og í Runavík.

Løgreglan sigur, at tey pass, sum eru bíløgd og liggja á støðunum, kunnu heintast hesa vikuna afturat. Hereftir kunnu tey heintast á politistøðini í Tórshavn.

Annars vísir Fútin til løgreglustøðirnar í Klaksvík og í Havn og hann væntar ikki, at tænastan verður verri fyri tað um hesar báðar støðirnar verða niðurlagdar.

Tær hava ikki havt opið fulla tíð og tað er stutt at koyra til Havnar og til Klaksvíkar.

Hetta er eisini eitt sparitiltak tí fútin heldur, at peningurin er betri brúktur aðrastaðni. Nú verða bara fýra løgreglustøðir eftir, tann í Havn, tann í Klaksvík, tann á flogvøllinum og tann á Tvøroyri.