Nú lata enn fleiri dagstovnar í Havn aftur

Kommunan boðar frá, at átta dagstovnar afturat lata aftur í morgin

Fríðmundur Nattestad
23. mai 2024 kl. 11:00

Tórshavnar kommuna boðaði í gjár frá, at neyðugt var at lata 15 dagstovnar aftur. Orsøkin er tann, at nú verkfall er, verður onki rusk heintað, og mett verður, at smittuvandi kann standast av, um ruskposar og annað hópar seg upp uttanfyri bingjurnar. Harumframt sleppa fuglur og skaðadjór eisini framat ruskinum, og kann hetta eisini vera smittuvandi.

Í dag boðar kommunan frá, at átta dagstovnar afturat lata aftur í morgin. Hetta vil siga, at raktu stovnarnir lata ikki upp í morgin. Kommunan skrivar eisini, at foreldur og verjar, ið hava børn á stovnum, ið lata aftur, fáa boð gjøgnum Foreldragluggan í dag.

- Dagstovnarnir lata upp aftur, tá rusk aftur verður tikið. Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so longi rusk rúmast í bingjunum. Um støðan broytist á hesum stovnum, verður kunnað um hetta, skrivar Tórshavnar kommuna.


Stovnarnir, ið lata aftur í morgin eru:

Býlingshúsið Millum Gilja

Býlingshúsið Inni á Gøtu

Býlingshúsið á Norðasta Horni og Ungdómshúsið í Vesturbýnum

Dagstovnurin á Hamrinum

Dagstovnurin á Argjum

Dagstovnurin í Hoyvík

Dagstovnurin Kura (Vøggustova og barnagarður við Botnánna)

Frítíðarskúlin Smílibýlið