Nú lækkar fyrsti bankin í Føroyum eisini rentuna
Men hon lækkar ikki líka nógv, sum rentan er lækkað uttanlands
Áki Bertholdsen
20. desember 2024 kl. 14:51
Í farnu viku lækkaði Danski Tjóðbankin rentuna 0,25 prosentstig. Og nú hevur fyrsti bankin í Føroyum eisini boða frá, at rentan lækkar. Tað er Betri Banki, sum lækkar rentuna, men hon lækkrikki líka nógv, sum Tjóðbankin hevur lækkað hana.
Betri Banki sigur, at fyri privatkundar og vinnukundar lækka bæði útlánsrenturnar og innlánsrenturnar upp til 0,15 prosentstig
Broytingarnar koma í gildi 20. januar.