Nú lækkar Betri Banki útlánsrenturnar
Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,20% stigum
Betri Banki
18. oktober 2024 kl. 13:08
Danski Tjóðbankin hevur í gjár lækkað leiðandi rentuna við 0,25% stigum.
Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar útlánsrenturnar.
Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,20% stigum.
Innlánsrenturnar lækka eisini við upp til 0,20% stigum.
Broytingarnar koma í gildi 22. november 2024.
Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur