Hesa seinastu tíðina er arbeiðsloysið aftur farið at kvinkað upp eftir. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni - men kortini skal sigast, at arbeiðsloysið er rættiliga lágt enn.
Sostatt var arbeiðsloysið 1,1 prosent í juli og tað svarar til 328 fulltíðararbeiðsleys. Fyri einum ári síðani var arbeiðsloysið 0,7 prosent og tá svaraði tað til 215 fulltíðararbeiðsleys.
Eitt fulltíðararbeiðsleyst f ólk er eitt fólk, sum er arbeiðsleyst allan mánaðin. Tað merkir, at eru tvey fólk arbeiðsleys ein hálvan mánað hvør, verður tað tikið sum eitt eitt fulltíðararbeiðsleyst fólk.
Tað merkir at í tølum kunnu fleiri fólk verða arbeiðsleys enn tølini vísa. Hagstovan sigur eisini, at í juli vóru 357 fólk arbeiðsleys og tað eru 110 fólk fleiri enn í juli í fjør.
Hagstovan sigur, at tað er eitt sindur á muni á kynunum. Í juli vóru 180 fulltíðararbeiðsleysir menn og tað svarar til 1,1 prosent. Hetta er 0,4 prosentstig hægri enn í sama mánað í fjør. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 1,0 prosent og tað svarar til 148 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað er 0,3 prosentstig hægri samanborið við juli í fjør.