Nú kunnu nakrir fangar sleppa at sita í fongsli - heima við hús

Tað hevur nógvar fyrimunur við sær, bæði fyri fangarnar og fyri fongslið í Mjørkadali

Áki Bertholdsen
22. november 2023 kl. 22:25

Nú fer tað skjótt at bera til hjá nøkrum fangum at sita í fongsli - heima við hús.

Reglurnar um fótfjøtur og útivist eru nú endaliga samtyktar í løgtinginum. Nýggju reglurnar koma í gildi 1. juli 2024.

Eftir nýggju reglunum kunnu føroyingar, sum eru dømdir fongsulsrevsing, ið er seks mánaðir, ella styttri, ístaðin kunnu fáa loyvi til at sita revsingina heima við hús við einum elektroniskum fótfjøtri um økilin.

Hóast viðkomandi kann sita revsingina heima við hús, kann fangin eisini ferðast aftur og fram til arbeiðis ella til undirvísing. Tey sleppa eisini til handils - men tað skal alt vera eftir ítøkiligari avtalu við Kriminalforsorgina. Fangar við elektroniskum fótfjøtri eru nevniliga undir støðugum eftirliti av Kriminalforsorgini.

Skipanin við fótfjøtri fer at gera tað lættari hjá fanganum at varðveita tilknýtið til familjuna, meðan dómurin verður sitin. Á sama hátt verður tað lættari at varðveita sambandið við arbeiðsmarknaðin og møguligar útbúgvingarskipanir.

Kriminalforsorgin hevur mett, at tað væntandi verða uml. 19 persónar árliga, sum fara at fáa loyvi til at sita dómin við fótfjøtri.

Við nýggju reglunum verður tað eisini møguligt hjá persónum, sum eru dømdir langar fongsulsrevsing at sita ter seinastu átta mánaðirnar av dóminum við fótfjøtri. Hetta kalla tey útivist. Hugsanin er, at hetta kann gera tað lættari hjá tí dømda at koma út aftur í samfelagið, tá dómurin er endaliga sitin.

Kriminalforsorgin skal altíð meta ítøkiliga um, um tann dømdi egnar seg til at sita dómin við fótfjøtri ella part av dóminum sum útvist.