Hjálparfelagsskapurin, Caritas, í Danmark, fer nú eisini at hjálpa barnafamiljum í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at Caritas letur fátækum, føroyskum barnafamiljum, jólahjálp.
– Tað eru alsamt fleiri familjum, sum hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman og eru í fíggjarligari trongstøðu upp til jóla. Teir hjálparfelagsskapir, sum longu eru virknir í Føroyum, boða fra so nógvum umsóknum um jólahjálp, at teir neyvan klára at nøkta tørvin, sigur Rakul Guðjónsson, sum umboðar Caritas í Føroyum.
Tí fer Caritas at hjálpa til fyri so nógv sum gjørligt fara at fáa eini góð jól. Hjálpin frá Caritas er eitt gávukorti frá FK upp á 700 krónur og ein karameleskja fra Poul Michelsen. Tey hava 100 slíkar jólapakkar og tað merkir, at tey fyrstu 100 sum søkja, fáa gávupakka.
Tey, sum kunnu søkja, eru familjur, sum eru í eini veruligari trongstøðu, og sum ikki vænta at fáa hjálp frá øðrum hjálparfelagsskapi. Hetta er fyri, at so nógv sum tilber, skulu fáa eitt sindur.
– Vit fara ikki at biðja um skjalprógv fyri trongstøðuni, men lata tað standa til samvitskuna hjá tí einstaka, siga tey í Caritas. Tey siga, at teldubræv skal sendast til caritas@katolsk.fo.
Í teldupostinum skulu hesir upplýsingar verða:
Navn og bústaður
Telefonnummar
Tal á vaksnum og børnum í húskinum
Teldubrævið skal sendast ímillum hósdagin 7. desembur klokkan 12 til fríggjadagin 15. desember klokkan 24. Gávupakkarnir verða útflýggjaðir í Mariukirkjuni leygardagin 16. desember frá klokkan 13 -17, ella eftir aðrari avtalu.
Caritas er en katólskur altjóða hjálparfelagsskapur, som virkar í yvir 200 londum. Hesa tíðina, í Advent, savnar Mariukirkjan, sum er katolikkakirkjan í Føroyum, pening inn til Caritas. Endamálið við innsavningini er at veita stuðul til viðkvæmar familiur í Grønlandi, Føroyum og Danmark.
Í hesum sambandi verður ein basarur í kjallaranum í Mariukirkjuni tann 10. desembur klokkan 12,30, har møguleiki verður fyri at ognað sær onkran góðan lut og lata eitt oyra til Caritas. Kaffi og køkur verður at fáa undir tiltakinum – og tey minna fólk á at hava reiðan pening við.