Nú koyra næstan 7000 bilar undir Tangafirði og Skopunarfirði um samdøgrið

Tað er um reppið, at miðalferðslan í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum er 7000 bilar um samdøgrið

Jóannes Hansen
2. januar 2025 kl. 21:30

Tað er alt styttri millum bilarnar í undirsjóvartunlunum.

Í desember í 2024 koyrdu tað 6073 bilar í miðal í Eysturoyartunlinum um dagin. Tað eru 278 bilar fleiri í miðal um dagin, enn tað gjørdu í desember 2023.

5200 bilar koyrdu í miðal um dagin millum Eysturoy og Streymoy, og 873 bilar koyrdu í miðal um dagin millum Rókina og Strendur.

Ferðslan í Eysturoyartunlinum

kelda: tunnil.fo

Nú restar lítið í, at miðalferðslan í Eysturoyar og Sandoyartunlunum røkkur 7000 bilum um  samdøgrið. Í Sandoyartunlinum var ferðslan í desember 2024 906 bilar og samlaða talið í miðal um samdøgrið í báðum tunlunum hjá partafelagnum Eysturoyar – og Sandoyartunlar var 6979.

Ferðslan í Sandoyartunlinum

kelda: tunnil.fo

Í Norðoyatunlinum koyrdu tað í desember 2024 í miðal 4141 um samdøgrið. Tað eru 420 bilar fleiri enn sama mánað í 2023.

Í Vágatunlinum var ferðslan í desember 2024 2447 bilar um samdøgrið, meðan hon í desember 2023 var 2356 bilar í miðal fyri hvørt samdøgur.

Í Sandoyartunlinum var ferðslan í desember 2024 906 bilar í miðal fyri hvørt samdøgur. Tunnilin læt upp í desember 2023, tá ið miðalferðslan var 781 bilar um samdøgrið. 21. desember 2023 varð koyrandi undir Skopunarfirði. Tá varð roknað við, at tað fóru at koyra 300 – 400 bilar í miðal um samdøgrið.

Ferðslan í Vágatunlinum

kelda: tunnil.fo

Ferðslan í Norðoyatunlinum

kelda: tunnil.fo