Eitt av heilt stóru orkestrunum innan countryrokk í Amerika, The Eagles, koma nú til Evropa at spæla.
Í morgun varð boðað frá, at teir koma til henda partin av heiminum komandi summar.
Tá ein av upprunalimunum í bólkinum, Glenn Frey, doyði í januar mánaði 2016, varð av nógvum hildið, at hetta eisini fór at vera endin á bólkinum, sum hevur verið í kreppum fyrr og havt langar støðgir.
Vit tosa um bólkin, sum hevur gjørt heimshitt, so sum ”Hotel California”, ”Take it Easy”, ”Tequila Sunrise”, ”New Kid in Town”, ”Take it to the Limit” og "Desperado", bara fyri at nevna nakrar fáar av sangunum.
Men hóast tann kanska mest markanti av persónum á pallinum doyði, so er veruleikin tann, at Eagles hevur verið sera virkin seinastu tíðina.
Hvør skuldi taka arvin upp eftir Glenn Frey var spennandi. Eagles gjørdi av at bjóða soninum hjá Glenn, Deacon Frey, við í bólkin. Men ikki bara hann. Teir fóru eisini eftir tí allar besta, tá tað ræður um sang í teimum hægru registaranum, nevniliga superstjørnuna frá country-pallinum, Vince Gill.
Síðan hava teir havt fleiri konsertferðir saman. Gill hevur ikki verið lýstur sum ein partur av Eagles, men konsertirnar hava verið lýstar sum The Eagles feat. Vince Gill. Soleiðis verður eisini, tá bólkurin kemur til Evropa í summar.
13 konsertir eru lýstar. Tann fyrsta verður 26. mai í Antwerpen í Belgia, og síðan vera tvær í Týsklandi, Köln og München, ein í Amsterdam í Hollandi og ein í Zürich í Sveits áðrenn teir 8. juni spæla í Tele2 Arena í Stockholm og 10. juni í Royal Arena á Amager. Eftir tað verður farið til Bretlands har konsertir vera í London, Manchester, Birmingham, Liverpool, Leeds og Glasgow. Seinasta konsertin, sambært núverandi ferðaætlanini, verður 6. juli í Dublin í Írlandi.
The Eagles varð stovnaður í 1971 og spældi fram til 1980. Í 1994 varð bólkurin endurstovnaður, og síðan hava teir spælt saman við jøvnum millumbilum. Umframt Deacon Frey og Vince Gill, eru limirnir í Eagles Don Henley, sum er einasti eftir av upprunalimunum, Joe Walsh og Tomothy B. Smith.
Atgongumerkjasølan til konsertirnar í Evropa eru ikki rættiliga byrjaðar enn. Sølan til konsertina í Danmark byrjar um eina viku.
Herundir ein koncertupptøka, har Vince Gils syngur fyri til ”Take it to the Limit”:
Vince Gill hevur eisini Eagles-sangir tá hann upptraðkar sjálvur. Her ein upptøka frá Grand Ole Opry: