Nú koma nógv færri útlendingar til Føroya at arbeiða

Í jólamánaðinum vóru 30.250 fólk til arbeiðis í Føroyum

Áki Bertholdsen
14. januar 2025 kl. 09:31

Tað verða alsamt fleiri fólk í Føroyum, sum arbeiða. Hagstovan hevur gjørt upp, at í desembur vóru 30.250 fólk til arbeiðis í Føroyum og tað eru sløk 100 fólk, ella 0,3 prosent meiri enn fyri einum ári síðani.

Hagstovan sigur sostatt, at hóast talið á fólki, sum arbeiða í Føroyum, framvegis veksur, er vøksturin verri enn so líka stórur, sum hann hevur verið árini frammanundan.

Fremsta orsøkin til tað er, at tað eru komnir færri útlendingar til Føroya at arbeiða sum árini frammanundan.

Í desembur vóru tað færri enn 20 útlendsk starvsfólk, fleiri enn fyri einum ári síðani. Tað svarar til ein vøkstur upp á minni enn eitt prosent. Sostatt vóru 2.020 útlendingar í Føroyum og arbeiddu í desembur.

Hinvegin var vøksturin frá desembur 2022 til desember 2023, góð 110 fólk, sum svarar til næstan seks prosent.

Og munurin frá desembur í 2021 og 2022 var upp aftur størri, tí í desembur í 2022 vóru 24 prosent fleiri útlendingar í Føroyum og arbeiddi enn í desembur í 2021.

Fyri 10 árum síðani vóru bara gott og væl 500 útlendingar í Føroyum og arbeiddu.

Størsta talið á útlendingum, sum hevur verið í Føroyum og arbeitt, var í oktobur í 2023, tá ið 2.031 útlendingar arbeiddu í Føroyum.

Fyri at verða føroyingur í hesum føri, skal ein hava búð helvtina av lívinum í Føroyum - ella skal ein hava búð minst sjey ár í Føroyum út í eitt av hesum seinastu 10 árini.