Nú verður íleggingargrunnurin yvirtikin og lagdur undir føroyskt ræði. Í løtuni eru 700 milliónir í grunninum og nú fáa vit sostatt eisini fult ræði á teimum.
Tað er full semja í Løgtinginum um, at grunnurin skal yvirtakast og yvirtøkan verður tann 1. januar.
Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið og tað hevur hann gjørt vegna samgonguna.
Og nú málið eisini hevur verið til umrøðu Uttanlandsnevndini er tað greitt, at eisini Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, sum allir eru í andstøðu, somuleiðis taka undir við tí.
Men hóast full semja er um at yvirtaka grunnin, er semja ikki um, hvussu tær 700 milliónirnar í honum, skulu brúkast.
Aksel V. Johannesen hevur skotið upp at seta helvtina í Suðuroyartunnilin og hina helvtin á Vága Floghavn, sum stendur fyri stórum útbyggingum.
Tað eru tað fleiri tinglimir, sum eru samdir í - men ikki allir, heldur ikki í samgonguni.
Men tað eru ikki øll í samgonguni samd í. Sólvit E. Nolsø sigur, at í Framsókn taka tey ikki undir við, at grunnurin verður tømdur.
Hann vísir á, at grunnurin hevur riggað væl og hann hevur eina samfelagsskyldu sum bankarnir ikki hava.
Hann er ein fíggingarmøgululeiki, har bankarnir kanska siga nei, leggur hann afturat. Tí heldur hann, at tað verður neyðugt við einum politiskum kjaki um, hvat grunnurin skal brúkast til í framtíðini.
Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, heldur, at løgmaður varð nakað avgjørdur tá ið hann segði sína meining um, hvørja lagnu, grunnurin skuldi fáa.
Hann heldur at Suðuroyartunnilin og útbyggingin av flogvøllinum eru góðar verkætlanir, men hann heldur ikki, at grunnurin skal tømast til tey endamálini.
Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin sigur, at vit fáa altíð brúk fyri stórum útbyggingum, og grunnurin kann eisini verða ein partur av Suðuroyartunlinum. Men hann heldur, at vit skulu ansa væl eftir, at vit ikki tøma grunnin, tí vit skulu ansa væl eftur honum.
Bæði Bárður á Steig Nielsen og Sólvit E. Nolsøe halda ikki, at politikarar skulu gera av, hvussu pengarnir í grunninum skulu brúkast, tí tað skal stýrið fyri grunnin fáa fult frælsi at taka støðu til.
Íleggingargrunnurin veitir bílig lán, sum hava verið ein fortreyt fyri stórum útbyggingum í føroyska samfelagnum, og tað skulu vit halda fast um, segði Bárður á Steig Nielsen.
Eisini Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, heldur, at vit skulu ansa væl eftir áðrenn vit »futta alt av í einum« sum hann tók til, ella um hann skal brúkast til at lána pengar til Flogvøllin og Suðuroyartunnilin, sum bæði eru góðar verkætlanir, men so verður lánið afturgoldið.