Nú keypa føroyingar minni nýtt - men nógv meiri brúkt

Nú keypa vit færri nýggjar bilar, men sølan av brúktum bilum eksploderar

Áki Bertholdsen
6. juni 2024 kl. 10:04

Hesar seinastu fimm mánaðirnar í ár er sølan av nýggjum persónbilum í Føroyum, yvir 22 prosent minni enn hon var í sama tíðarskeiði í fjør.

Frá januar til í mai í ár vórðu 618 nýggir persónbilar seldir í Føroyum og tað eru 176 bilar færri enn fimm teir fyrstu mánaðirnar í fjør, tá ið 794 nýggir persónbilar vórðu seldir.

Eisini nú í mai mánað hevur tað verið nakað serligt, tí í mai í ár vórðu 37 nýggir persónbilar seldir og tað eru 20 bilar færri enn í mai í fjør.

Hinvegin er sølan av brúktum bilum, sum verða innfluttir, nógv vaksin.

Frá januar til í mai í ár, vórðu 121 bilar, sum vórðu innfluttir brúktir, seldir í Føroyum. Tað eru 100 bilar fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør tá ið 21 innfluttir, brúktir bilar, vórðu seldir. Sostatt er sølan vaksin 476 prosent hægri í ár enn í fjør.