Nú kemur søgan um Fuglafjørð og fuglfirðingar

Fyrsta bind verður lagt fram á samkomu í Ribarhúsi mánadagin 11. desember

Myndir: Fuglafjørður.fo
Jóannes Hansen
7. desember 2023 kl. 17:17

Tað hevur verið arbeitt við verkinum í rúma tíð, og nú verður fyrsta bind av søguni um Fuglafjørð og fuglfirðingar løgd fram.

Á heimasíðuni hjá Fugjafjarðar kommunu verður sagt, at bókin verður løgd fram á samkomu í Ribarhúsi mánadagin 11. desember klokkan 16.

Heitið á bókini er Fuglafjørður og Fuglfirðingar I – Landbúnaðarbygd.

Tað er Steffen Stumman Hansen, ið hevur skrivað bókina.

Rithøvundurin Steffen Stumman Hansen og samskipari av søgubólkinum Petur Martin Petersen greiða í stuttum frá verkinum. Formaðurin í mentamálanevndini Eyðun á Lakjuni ber fram røðu, og Bárður á Lakjuni framførir nøkur løg.

Eisini verður ein dussur at fáa, skrivar kommunan á heimasíðu síni.