Nú kemur Disney+ til Føroya

Disney+ kemur í summar til 42 nýggj lond í Evropa, Miðeystri og Afrika – harímillum eru Føroyar við á listanum

Sigurjón Einarsson
26. januar 2022 kl. 16:10

Meðan Norðurlond fingu atgongd til Disney+ tann 15. september í 2020, so fingu Føroyar ikki atgongd til stroymingartænastuna hjá Disney.

Men nú røkist fyri, at Disney+ eisini verður at síggja í Føroyum.

Disney+ skrivar í tíðindaskrivi í dag, at nú fáa føroyingar eisini møguleika at brúka tænastur frá stroymingartænastuni hjá Disney.

Sostatt kann sigast, at tann tekniska forðingin, ið higartil hevur havt við sær, at Føroyar ikki kundu vera við, tá ið tænastan kom til Norðurlond – eisini til Danmarkar og til Grønlands 15. september í 2020, nú er burtur.

Dimma.fo hevur í fleiri førum verið í samband við Disney+, har felagið hevur sagt, at stroymingartænastan kemur til Føroya, so skjótt tað er møguligt, men at tað fór at taka eitt sindur longri tíð enn ætlað vegna teirri orsøk, at Føroyar hava eina øðrvísi ISO-kotu enn Danmark, hóast vit í altjóða høpi ofta verða sæddar sum partur av Danmark, sum millum annað sæst aftur við App Store.

Grønlendska ISO-kotan er nærum lík tí hjá Føroyum, men hjá teimum var eingin trupulleiki at fáa Disney+ samstundis sum stroymingartænastan kom til Danmarkar í september 2020.

Men hvussu er og ikki, so fer tað nú at bera til hjá føroyingum eisini at stroyma frá Disney+ frá í summar av.

Disney+ hevur áður sagt við dimma.fo, at tøkniliga sæð, so eru Føroyar eitt sjálvstøðugt øki, sum krevur somu teknisku førleikamenningina, eins og vóru Føroyar eitt sjálvstøðugt land, og tøkniliga sæð, so sær tað so út til at vera komið upp á pláss nú.