Fyri einum hálvum ári síðanu kom fyrsta lagið, Greener, av útgávuni, sum Beinir er í gongd við, og síðani hevur hann spælt nógv í Danmark, bæði á konsertum og í øðrum sambandi.
Beinir er fluttur til Dambarkar har hann fylgir tónlistadreyminum, men loksins er Beinir klárur at koma heim at hava konsert, og hon verður sjálvandi á heimabeiti.
Sostatt verður konsertin í Løkshøll og tað verður leygarkvøldið 23. novembur, siga fyrireikararnir.
Tey siga, at Beinir hevur rættiliga fingið vind í tónlistarligu seglini í Danmark har hann hevur hitað upp fyri navnframar bólkar sum Jonah Blacksmith, Stine Bramsen og Dopha.
Og í vár hevði hann nakrar heilt serligar konsertir undir heitinum "Unknown Location Tour", har hann bað sínar fjepparar á sosialu miðlunum koma við uppskotum um, hvar hann skuldi hava konsertir.
Úrslitið var, at hann hevði konsertir á Ríkissjúkrahúsinum, í einum motorsúkklufelagi og heima hjá fólki.
– Eftir hesa øðrvísi konsertrøðina hevði hann eina útselda konsert saman við bólki sínum á Hotel Cecil í Keypmannahavn. Seinast vit hoyrdu hann, var í sjónvarpssendingini, Fællessang, á DR, tá ið hann stóð einsamallur á trappuni í Christiansborg við sínum gittara og vøkru rødd og framførdi Gasolin sangin Hvad gør vi nu, lille du.
Fyrireikararnir í Runavík siga, Beinir hevur fingið nógv rós í donskum tónlistarligum tíðarritum í Gaffa og tíðarritið, Bands of Tomorrow, gav honum 4,5 stjørnur av 5 fyri konsertina á Uhørt festivalinum við hesum orðunum: "Einsamallur á pallinum við sínum gittara leveraði Beinir eina av bestu konsertunum leygarkvøldið.