Nú kappast Víkingur og HB um FM heitið

Nú kappingin er meiri enn hálvrunnin er KÍ nærri fjórða plássinum enn teimum, sum kappast um FM

Jóannes Hansen
23. juni 2024 kl. 20:55

14. umfar í bestu fótbóltsdeildini er um vikuskiftið. Ein dystur er eftir at spæla. Hann verður undir Mýruhjalla á Skála, har 07 Vestur verður gestur mánakvøldið.

Í kvøld hevði HB vitjan av KÍ, og tað tørnaði soleiðis út, sum avrikini og úrslitini undanfarnu 13 umførini bendu á, at tað fór at gera.

HB vann 3-0 eftir 1-0 hálvleiksleiðslu. Áki D. Samuelsen, sum nú er toppskjútti saman við Páll A. Klettskarð, skoraði hattrikk. Hetta var aðru ferð í ár, at Áki skoraði trý mál. Fyrra ferðin var í 13. umfari, tá ið HB vann 4-1 á útivølli ímóti 07 Vestur.

Áki skoraði beinanvegin til 1-0 við rimmar langskoti, og tá ið hann beinanvegin eftir steðgin økti til 2-0 var tað sera tungt hjá KÍ. Klaksvíkingar eru illa darvaður av skaðum. Í kvøld avrikaðu teir tó frægari, enn teir hava gjørt í nøkrum av undanfarnu dystunum í ár. Teir báðir nýggju svensku spælararnir vóru á vøllinum. Eftir ein tíma avloysti Albert Ejupi Alexander Berntsson, og tað var týðuligt, at teir báðir fara at gera góðan mun, og tað verður ikki minst kærkomið, tá ið KÍ fer at royna seg í Europa. Umframt allar teir, sum hava verið á skaðalistanum, so var René Shaki Joensen ikki á listanum í dag. Hann hevur annars higartil í ár verið eyðsýndasti KÍ spælarin.

Hjá HB var Teitur Matras Gestsson sera eyðsýndur millum stólparnar. Hann hevði fleiri heilt góðar bjargingar, og tað var ikki minst týdningarmikið, tá ið støðan framvegis var 1-0.

HB liðið hongur so væl saman, og tað er so stór kapping um plássini á liðnum, at HB er upplagdur FM kandidatur.

Tapið í kvøld ber við sær, at tað eru níggju stig frá KÍ og fram til HB og Víkingi, og tað eru fimm stig aftur til NSÍ, sum fríggjakvøldið fer norður til Klaksvíkar.

Saman við HB er tað Víkingur, sum kappast um FM heitið. Bæði liðini hava 39 stig, og málmunurin hjá Víkingi er +34, og hjá HB er hann +23.

Tað letur til, at tað er torført hjá øðrum at vinna stig frá FM favorittunum. Í 15. umfari fer Víkingur at fáa vitjan av EB/Streymi, og HB fer á útivølli at spæla ímóti B68, sum í dag tapti 3-0 á útivølli ímóti Víkingi.

Hóskvøldið 4. juli fara Víkingur og HB at spæla í Sarpugerði. Tá verður talan um lyklauppgerð, sum fer at hava stóran týdning í, hvussu FM stríðið millum hesi bæði fer at laga seg.

Í dag var Víkingur sannførandi ímóti B68. Olaf Bárðarson var framúr. Hann skoraði beinanvegin til 1-0, og hann átti uppleggið, tá ið innskifti Jørgen Nielsen eitt korter undan leikloki staðfesti 3-0 sigurin. 2-0 málið skoraði Sølvi Vatnhamar sjey minuttir undan steðginum. Uppleggið átti Poul Kallsberg, sum telist millum teir mest eyðsýndu víkingarnar.

Í Runavík vann NSÍ tryggan 4-0 sigur ímóti EB/Streymi, sum fylgdi væl við í fyrra hálvleiki. Klæmint A. Olsen legði NSÍ á odda í síðstu sekundunum av fyrra hálvleiki. Beinanvegin eftir steðgin økti Petur Knudsen um munin, og fram ímóti dystarenda vóru tað aftur málsóknu álopsspælararnir, sum gjørdu um seg.

Petur Knudsen átti uppleggið, tá ið Steffan A. Løkin økti til 3-0, og Steffan A. Løkin átti uppleggið, tá ið Klæmint A. Olsen staðfesti 4-0 sigurin.

Í Fuglafirði var tað dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið B36 var gestur í Fløtugerði. B36 var frammanfyri 3-1, tá ið tað restaðu 20 minuttir, men so svaraði ÍF aftur. Uros Stojanov fluktaði til 3-2, og í 87. minutti javnaði Kasper Sommerstedt til 3-3. Hóast B36 spælararnir vóru skelkaðir, so hildu teir høvdið kalt, og í 91. minutti vóru tað tveir av innskiftu spælarunum, sum stóðu fyri 4-3 sigursmálinum. Bjarki C. Nielsen átti uppleggið, og Markus Hellisdal var málskjútti.

 

ÍF – B36 3-4 (1-2)

0-1: Zean Dalügge 10.

1-1: Jhon Mena 11.

1-2: Jann J. Benjaminsen 24.

1-3: Hannes Agnarsson 69.

2-3: Uros Stojanov 76.

3-3: Kasper Sommerstedt 87.

3-4: Mattias Hellisdal 91.+

 

Víkingur – B68 3-0 (2-0)

1-0: Olaf Bárðarson 2.

2-0: Sølvi Vatnhamar 37.

3-0: Jørgen Nielsen 77.

 

NSÍ – EBStreymur 4-0 (1-0)

1-0: Klæmint A. Olsen 45.+3

2-0: Petur Knudsen 50.

3-0: Steffan A. Løkin 80.

4-0: Klæmint A. Olsen 90.+2

 

HB – KÍ 3-0 (1-0)

1-0: Áki Debes Samuelsen 4.

2-0: Áki Debes Samuelsen 46.

3-0: Áki Debes Samuelsen 77.

 

Mánadagin 24. juni

Skála – 07 Vestur: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00

Víkingur

14

13

0

1

41

7

39

HB

14

13

0

1

33

10

39

14

10

0

4

26

13

30

NSÍ

14

8

1

5

31

19

25

B36

14

5

5

4

28

25

20

07 Vestur

13

4

3

6

19

30

15

Skála

13

4

1

8

16

27

13

EB/Streymur

14

2

1

11

14

27

7

B68

14

1

4

9

9

27

7

ÍF

14

0

3

11

14

46

3

Fríggjadagin 28. juni

KÍ – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30

Víkingur – EB/Steymur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00

B68 – HB: Árni Brandsson Petersen kl. 18.00

Leygardagin 29. juni

B36 – Skála: Jákup Øssursson Mohr kl. 17.00

Sunnudagin 30. juni

07 Vestur – ÍF: Dagfinn Forná kl. 15.00