Nú kanst tú tryggja tínar tenn

Fyritøkur og fakfeløg kunnu nú tekna sínum starvsfólkum og limum Tanntrygd. Tanntrygd er ein nýggj trygging, sum tryggjar tínar tenn

Tíðindaskriv
16. apríl 2021 kl. 13:21

Við Tanntrygd kanst tú fáa upp til 80 prosent av tínum útreiðslum til ávísar tannlæknaviðgerðir afturgoldnar.

Hevur tú til dømis eitt hol, sum skal viðgerast, ella skal onkur tonn kanska rótviðgerast, so er Tanntrygd hent at hava, skrivar Trygd í einum tíðindaskrivi.

Tanntrygd dekkar millum annað:

- Rótviðgerð

- Tanntøku og skurðviðgerð

- Fylling og doyving

- Røntgen

- Tannhaldsbruna

Tað eru einans fyritøkur og fakfeløg, ið kunnu tekna tryggingina til ávikavist síni starvsfólk og sínar fakfelagslimir. Harafturat kunnu hesi starvsfólk og limir tekna tryggingina til maka, sambúgvar og børn millum 18 og 24 ár.

Hví er Tanntrygd hent at hava?

Tá ið vit gerast sjúk og hava tørv á viðgerð, verða vit loftað av heilsuverkinum. Men tá ið vit hava  trupulleikar við tonnunum, skulu vit í stóran mun rinda fyri viðgerðirnar sjálvi. Donsk hagtøl vísa, at ein dani í miðal brúkar tilsamans 140.000 krónur til tannlæknaviðgerðir. Hóast vit ikki hava líknandi hagtøl í Føroyum, so er nógv, sum bendir á, at talið er áleið tað sama fyri føroyingar.

Umframt ofta høgar tannlæknarokningar síggja vit eisini, at trupulleikar við tonnunum kunnu hava fleiri sjúkradagar við sær, og tí er umráðandi, at tann einstaki fær viðgerð beinanvegin.

Við Tanntrygd kunnu fyritøkur og fakfeløg tryggja sínum starvsfólkum og limum góða, skjóta og bíliga viðgerð.