Nú kanst tú birta vón við endurnýttum Amnestyljósum

Amnesty Føroyar og Dugni eru byrjaði eitt samstarv, har Dugni fer at framleiða kertuljós fyri Amnesty

Sigurjón Einarsson
23. september 2020 kl. 14:26

Í mong ár hevur Amnesty selt kertuljós í desember mánaði og eggja fólki til at tendra eitt ljós á altjóða mannarættindadegnum tann 10. desember. Hetta, fyri at minnast øll tey, hvørs rættindi framvegis eru skerd. Nú fer eisini at bera til at birta vón við einum endurnýttum Amnestyljósum.

Amnesty er farið í samstarv við Dugna, ið koma at framleiða og selja endurnýtt kertuljós. Tí er Amnesty farið undir eitt átak at savna kertustubbar inn. Hetta verður m.a. gjørt soleiðis, at Á-handlarnir og handlarnir hjá Føroya Keypssamtøku fara at seta frámerkt íløt fram í handlunum, sigur Amnesty Føroyar í tíðindaskrivi.

Sjálv ljósasølan av Amnestyljósum byrjar fyrsta vikuskiftið í desember, men ljósini kunnu longu nú bíleggjast frá Amnesty, um tú skrivar til: elsa@amnesty.fo

Hjá Dugna er framleiðslan longu farin í gongd. Sí viðheft videobrot: